Hatursherferðin móti javn.- og tjóðv. sosialistum

Hvussu ber tað til, at fólkafloksmenn val eftir val senda Óla Breckmann niðan í Norðurlandahúsið við sama boðskapi aftur og aftur, sum er ein endaleys hatursherferð móti javnaðar- og tjóðveldissosialistum. Hví talan eingin virðiligur fólkafloksmaður at?

HETTA løgtingsvalið man hava verið eitt av teimum mest spennandi í longri tíð. Tá henda grein varð skrivað vóru valhølini ikki afturlatin. Vit fara tí at lata vera við at gera nakrar metingar av valúrslitinum men bara vísa til veljarakanningina, sum Sosialurin hevur latið gera - har teir stóru flokkarnir liggja stavn um stavn - og har endaspurturin tí fer at vera avgerandi.


SEINASTA útkallið til valið var fundurin í Norðurlandahúsinum. Spell at fyrireikararnir lótu seg trýsta av fleiri av flokkunum til at broyta upprunaliga ætlaða fundin, har bara eitt umboð fyri hvønn flokk møtti í eini veruligari valduell. Hetta má vera seinastu ferð, at stóri valfundurin verður hildin á henda hátt. Brúkið nú tíðina til næsta val at finna eina betri mannagongd.


VIT hava eina viðmerking til fundin annars, og hon er til formannin í tingbólki fólkafloksins. Nær gevst tú við at føra hetz ímóti javnaðar- og tjóðveldisfólki, sum vórðu tey børn hjá illamanni sjálvum! Og latið okkum lata henda spurningin fara víðari til teir virðiligu fólkafloksmenn, sum vit vita, ikki hóva henda mannahatska hugsannarháttin hjá Óla Breckmann. Hvussu kunnu tit góðtaka, at hesin oddamaður tykkara ferð eftir ferð - eitt nú í Norðurlandahúsinum til hvørt val - nýtir annars dýrmettu tíð fólkafloksins til eina útspilling av javnaðar- og tjóðveldisfólki! Hví tega tit? Hví tala tit ikki at? Hví loyva tit í heila tikið hesum ekstrema manni, ið framvegis roynir at halda lív í gomlu sosialistisku ræðumyndunum, sleppa niðan í Norðurlandahúsið at umboða tykkum? Hvussu góða samvitsku hava tit móti teimum mongu hampafólkunum í bæði javnaðar- og tjóðveldisflokkinum, tá tykkara MAÐUR stendur og spír gor og gall niður yvir hesi fólk?


TAÐ er okkum ein gáta, at tey fólk í fólkaflokkinum, sum ikki taka undir við hatursherferðini hjá Óla Breckmann, ikki tala at. Og hvussu í allari víðu verð kunnu tit bjóða tykkum fram til at stjórna landinum við hesum hatursfugli av einum politikara sum oddamanni?


OG nú vit eru við fólkaflokkin, so átti John Petersen at verið maður fyri at staðið fyri tað hann hevur sagt við norskt blað. Tað, sum Sosialurin hevur endurgivið John Petersen fyri at hava sagt er so gott sum alt sætt. Onkur misskiljing var møguliga í sambandi við ein part av greinini, men sum heild hava vit bert endurgivið mannin fyri at hava sagt tað, sum hann hevur úttalað seg um. Og tað er m.a. at flyta arbeiði frá flakavirkjunum í landi umborð á verksmiðjutrolarar. Sjálvandi klórar John Petersen sær í nakkan og fær kaldasveittan, tá hann sær slíka grein verða brúka í valstríðnum. Hann var bara so ?óheppin? at siga hesi tingini, áðrenn valið varð útskrivað, og tí kemur tað honum ikki sørt illa við, at skula standa yvirfyri teimum mongu fólkunum á flakavirkjunum - sum hann nú vil taka arbeiði frá. Tað riggar ikki so væl at biðja tey atkvøða fyri fólkaflokkinum?


OG enn einaferð til fólkaflokkin. Hvussu ber tað til, at formaður floksins seinastu dagarnar undan valinum sendir teldupostbrøv til flest øll, sum starvast hjá tí almenna - og biðjur tey atkvøða fyri fólkaflokkinum!


ER als eingin skomm skapt í hesum flokki? Eftir at ovasta leiðslan í flokkinum við Anfinni Kalsberg á odda hevur staðið og hugt at og tagt, meðan starvfelagi hansara, Óli Breckmann hevur rikið sína hartursherferð móti øllum teimum í almennum arbeiði, eitt nú á Almannastovuni og á Strandferðsluni, tekur sami maður uttan nakrar moralskar skruplur og biðjur somu fólk um at velja fólkaflokkin. Nú eru rottureiðrini góð nokk.