Er hann altíð móður

Anfinnur Kallsberg, løgmaður sigur, at orsøkin til, at Óli Breckmann skrivaði so ljótt um Heina Heinesen og tjóðveldið var tann, at hann var so móður. Er Óli tá altíð móður hatta løgmaður?

TAÐ mundi verða móttikið av flestu síggjarunum herfyri sum ársins skemtisøga, tá Føroya løgmaður, bar í bøtuflaka fyri niðurgerandi skrivingini hjá partamanninum Óla Breckmann í Dagblaðnum mánamorgunin. Hann hevði verið so móður í drúgvu samgongusamráðingunum, at hann hevði líkasum ikki dugað at skyna á, hvat, ið hóskaði at seta á prent í Dagblaðnum og ikki. Er tað so, at tað er møðin, sum er orsøkin til slíka skriving, so vildi tað verið hóskandi at spurt l formann fólkafloksins, hvussu tað ber til, at Óli altíð er so móður. Veruleikin er tann, at hesin málburðurin og henda svínska niðurgerðingin av politiskum mótstøðumonnum - og í hesum førum komandi samstarvsmonnum - er ikki eindømi. Hon er afturvendandi. Men gott tað sama - at ÓB fór so langt hesaferð, tí hetta hevur fingið ilt í hansara egnu. At løgmaður so eisini fer í útvarpið og sigur, at skrivingin hjá formanninum í hansara egna tingbólki i, líkist ongum og átti ikki at verið komin fyri, eru heilt nýggir tónar frá leiðslu fólkafloksins.


TAÐ er neyvan nakar, sum áhaldandi gjøgnum so mong ár, hevur víst á hesa óhugnaligu og niðurgerandi skriving Óla Breckmanns sum Sosialurin. Vit hava ferð eftir ferð spurt, hvussu tað ber til, at ikki fólkafloksfólk taka til orðanna móti hesi ómenniskjansligu skriving. Nú hava vit so fingið váttað frá landsins hægsta leiðara og frá leiðara fólkafloksins, at skrivingin hjá Óla Breckmann í Dagblaðnum, har gjørdur varð gjørt burtur úr medferðini hjá formanni tjóðveldisfloksins, hoyrdi ongastaðni heima. Altíð eitt framstig. Men har er eitt men. Fyri líkasum at slætta sjógvin og fyri at hála í land aftur, sigur Anfinnur Kallsberg við sjónvarpið, at royndirnar vísa, at tá tað er komið hartil, at ein samgonga er skipað, so er ÓB tann mest loyali av øllum.

Spurningurin stendur tó enn ósvaraður. Hvussu ber tað til, at ein so høgtstandandi fólkafloksmaður, kann fara av samráðingarfundi til telduna, og har sverta út teir somu persónar, sum fólkaflokkurin roynir at fáa samstarv við? Man tað veruliga vera partur av taktikki fólkafloksins, at Óli skal gera hetta - soleiðis at hann eftir eitt slit millum somu flokkar, kann fara út til veljararnar og siga: hvat segði eg. Heini O er eitt null. Eg var tann einasti, sum tordi at tala sosialistunum í tjóðveldisflokkinum ímóti. Stemmið tí uppá meg.


LOYALUR sigur Anfinnur um ÓB. Ja tað verður stuttligt at vita, hvussu loyalur hann fer at vera, tá sosialistisku loysingarmenninir í tjóðveldisflokkinum fara at gera vart við seg av álvara ella tá formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, sum sami ÓB ongantíð hevur fjalt sína politisku andstygd fyri, fer at reka sosialistiskan almanna- og heilsupolitikk? Og tað er væl júst tað hon longu hevur lagt upp til í nýggja sessi sínum. Ja, tað verður spennandi at síggja, hvusus langt loyalitetur ÓBðs røkkur.