Steðgið høgrarákinum!

Veljarakanning ger fólkaflokkin til størsta flokk í landinum. Hetta er ein álvarslig ávaring til øll tey, sum eru ímóti tí høgraráki og tí sambandssnaring vit í dag síggja í fólkaflokkinum við tess nýggja formanni Óla Breckmann.

NÚ eigur ein altíð at vera varin og ikki taka eina veljarakanning fyri nakað fult og heilt. Talan er oftani um eina kanning, sum bert byggir á lutfalsliga lítið tal av veljarunum. Tá vit hava donsku veljarakanningarnar fyri fólkatignsvalið í huganum, so eiga vit bara at brúka slíkar kanningar sum vegleiðandi. Men tó so, tær geva okkum eina hóming og eina ábending.


EFTIR okkara tykki eigur tann parturin av Føroya fólki, sum ikki sær fram til at síggja Óla Breckmann ella annan høgravendan fólkafloksmann í løgmanssessinum, at taka veljarakanningina hjá SVF í størsta álvara. Hon er ein álvarslig og greið ávaring um, hvat okkum stendur í væntu, um vit bara lata standa til.


TAÐ ringasta, sum kann henda í føroyskum politikki - sum kann henda føroyska samfelagnum og føroyska borgaranum - er, um fólkaflokkurin verður størstur eftir valið og harvið møguliga fer at standa fyri landsins leiðslu. Skal tann flokkurin, sum við høvuðstalsmanni sínum, Óla Breckmann, hevur traðkað niður á øll, sum ikki eru rætttrúgvandi fólkafloksfólk, nú fáa litið upp í hendi landsins hægsta sess? Nei og aftur nei. Eitt er tað, at ein so stórur skari av Føroya fólki velur henda fremsta talsmann fyri einum óhugnaligum ultrahøgravendum ráki niður á danating at umboða Føroyar. Men harfrá og so til at lata sama mann sleppa at standa á odda í skipan av einum komandi landsstýri er nakað, sum restin av fólkinum, og tað er hóast alt ein stórur meiriluti, má fáa eyguni upp fyri og forða fyri.


NÚ er ikki at yppa øksl og siga, at ?hatta er bara Óli?. Nei, mín sann. Meðan so mong hava tagt og latið seg húðfletta og hunddálka av framherja fólkafloksins, hevur hesin við sínum snildum fingið størri og størri vald. Øll tey, sum hava virðing fyri øðrum og sum standa fyri tí solidariska samfelagnum, eiga at fara á val tann 30. apríl - líka mikið hvønn flokk tey hoyra til - og atkvøða soleiðis, at valúrslitið verður eitt kortanei til og eini fullkomiliga greið boð til flokkin hjá Óla Breckmann: vit vilja ikki hava ekstremistar at stýra Føroyum.


TAÐ er øll orsøk til at taka ávaringina frá veljarakanningini í størsta álvara. Miðvísa ætlanin hjá fólkaflokkinum við Óla Breckmann sum oddamanni er at fáa so stóra undirtøku, at flokkurin kann skipa landsstýri einsamallur. Hetta var eisini dreymaynskið hjá fyrrverandi formanninum Jógvan Sundstein í samrøðu her í blaðnum fyri stuttum. Tað skal tí vera áheitan okkara á allar flokkar, sum ikki taka undir við ómenniskjansliga politikkinum hjá tí Óla Breckmanska fólkaflokkinum, um at fara mannsterkir á val. Tað skal ikki vera nøkur loyna - og lat okkum sláa tað fæst enn einaferð við sjeytummaseymi her í blaðnum - at høgra- og sambandssnaringin í tí føroyska fólkaflokkinum er ein tann størsta hóttanin móti vælferðarsamfelagnum Føroyar. Tað skal vera vón okkara, at ikki bert javnaðarflokkurin men eisini aðrir flokkar og her hugsa vit ikki minst um tjóðveldisflokkin og sjálvstýrisflokkin, fara at gera alt fyri at byrgja upp fyri tí óhugnaliga høgrarákinum hjá fólkaflokkinum. At fella ella steðga einum mánni, hvør høvuðsuppgáva er (citat ÓB) -Mín uppgáva er at útrudda allar sosialistar. Svar okkara er, at tað býr ein sosialistur í øllum menniskjum, og tí verður tað seinur dagur, at Breckmann fær útruddað sínar sosialistisku fíggindar. Teir finnast nevniliga eisini millum hansara næstu. Forrestin hví hevur maður sum Bjarni Djurholm ikki víst frá sær orðini hjá hansara egna formanni um tey alment settu! Báðir hava almenn størv. Hetta er fólkaflokkurin í einum nøtuhylki.