Í gjár vóru tríggir teir fyrstu dystirnir í øðrum triðingi í Meistaradeildini. Úrslitini vóru B68 – KÍ 1-4, Skála – B36 1-2 og 07 Vestur – NSÍ 1-6. Í kvøld klokkan 18.30 vera tveir dystir: HB – EB/Streymur og AB – Víkingur.
Í gjár vórðu tað í trimum dystum skorað 15 mál. Tað er bara í einum umfari higartil í ár, at tað eru skorað fleiri enn 15 mál tilsaman. Tað var í 7. umfari, tá ið 19 mál vórðu skorað: Víkingur – B68 2-2, Skála – NSÍ 3-3, EB/Streymur – 07 Vestur 0-2, HB – KÍ 0-2 og AB – B36 1-4.
Fyrsti triðingurin av ársins landskapping var málfátækari, enn fyrsti triðingur hevur verið nakrantíð, síðani kappingin í 2005 varð víðkað úr 18 og upp í 27 umfør.
Í níggju teimum fyrstu umførunum í ár vórðuu skorað 110 mál. Einastu árini, sum kunnu sammetast við 2026, eru 2017 og 2018. Tá vórðu í fyrsta triðingi skorað ávikavíst 112 og 115 mál. Øll hini árini eru tað skorað fleiri enn 120 mál. Flest mál í fyrsta triðingi hesi árini vórðu skorað í 2021. Tá vórðu í fyrsta triðingi skorað 163 mál. Næstflest mál vórðu skorað í 2022, tá ið málini vóru 157, og í 2011 var máltalið 155. Í fjør vórðu 152 mál skorað í fyrsta triðingi av kappingini.
Í gjár
B68 – KÍ 1-4 (1-1)
1-0: Marjus Nón 6.
1-1: Árni Frederiksberg 45.
1-2: Árni Frderiksberg 53.
1-3: Páll A. Klettskarð 80.
1-4: Erlend Hustad 90.
Dómari: Dagfinn Forná
Skála – B36 1-2 (0-0)
0-1: Dávid B. Andreasen 58.
0-2: Bogi Reinert-Petersen 70.
1-2: Maxwell Effiom 71.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
07 Vestur – NSÍ 1-6 (1-3)
0-1: Marius Kryger Lindh 8.
0-2: Tobias Hestad 22.
0-3: Marius Kryger Lindh 28.
1-3: Jasper Van Der Heyden 37
1-4: Daniel Obbekjær 58.
1-5: Emil Weihe Joensen 65.
1-6: Emil Weihe Joensen 80.
Dómari: Rúni Gaardbo
Í dag
HB – EB/Streymur: Bjarki Danielsen kl. 18.30
AB – Víkingur: Áki Leitisstein Hansen kl. 18.30











