Ein góð avtala

Her er talan um eina góða avtalu millum Danmark og Føroyar. Tað er eisini týdningarmikið, at vit nú brúka tíðina og orkuna meira konstruktivt til at viðgera onnur viðurskifti, nú bankamálið avgreitt

TÍÐLIGA mikumorgunin skrivaðu danska stjórnin og landsstýrið undir nýggja avtalu landanna millum. Avtalan avloysir mest sum allar tær undanfarnu avtalurnar, tó við undantaki av avtaluni um undirgrundina frá 1992.


NÝGGJA avtalan fer ivaleyst at rudda upp í ringu og turbulentu viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, og hon fer eisini at skapa tryggari karmar um framtíðar búskaparligu gongdina í Føroyum. Um somu tíð verða tær mongu bindingar, sum gjørdar eru í undanfarnu avtalunum, loystar og harvið verður størri ábyrgd løgd á landsstýri og løgting, hvat eisini bara er gott.


SAMBART avtaluni, sum er ein heild, tvs. at bankaendurgjald og skuld verða tvinnað saman, so verða 900 mill. kr. avskrivaðar av samlaðu skuldini. Harumframt verða 500 mill. kr. frystar niður ella parkeraðar, soleiðis, at um vit fáa oljuinntøkur innan komandi 20 árini, skulu vit rinda hesa hálvu milliardina aftur. Men verður eingin olja funnin verður henda upphæddin strikað. Uppi í hesum upphæddum er so eisini endurgjaldið fyri bankamálið. Men av tí at málini eru tengd saman ber ikki til at síggja, hvussu nógv er fyri endurgjald og annars hevur beinleiðis samband við skuldina. Restin av skuldini uppá góðar 4 mia. kr. skal gjaldast eftir 20 árum við eini rentu uppá 5%. Ein avleiðing av avtaluni verður tí , at føroyingar hereftir skulu gjalda 323 mill. kr. fyri bæði rentu og avdrátt. Hetta er umleið 100 mill. kr. minni enn vit okkurt árið hava goldið fyri rentur einans.


Í avtaluni er eisini ásett, at føroyingar komandi trý árini skulu fáa góðar 900 mill. kr. í blokkstuðuli um málið. At enda stendur í avtaluni, at stjórnin viðurkennir føroysku ynskini um størri sjálvstýri.


EINGIN ivi er um, at vit her hava fingið eina góða avtalu, og at danska stjórnin veruliga hevur lurtað eftir føroyingum. Tað skilst eisini, at afturfyri hesa avtalu hevur fólkatingsmaðurin Óli Breckmann lovað, at hann ikki fer at atkvøða ímóti Hvítusunnupakkanum hjá stjórnini. Nú fáa vit at síggja, um hann fer at halda orð.


VIT ivast onga løtu í, at leikluturin hjá Jóannes Eidesgaard sum fólkatingsmaður hevur havt nógv at siga fyri eitt heiðurligt úrslit av samráðingunum. Ein kann siga, at hann við sínum samráðingum við danska javnaðarflokkin og lyftinum um at stuðla stjórnini so ella so hevur verið við til at fáa stjórnina á glið í samráðingunum. Samanumtikið kann sigast, at ein breiður meirluti av løgtinginum kann taka undir við hesi avtaluni.


NÚ henda avtala er gjørd er so spurningurin, hvussu verður við víðari viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Landsstýrið hevur gjørt greitt, at tað ynskir kollveltandi broytingar millum londini, har málið er ein suverenur føroyskur statur. Hvussu fer at gangast í hesum máli fara vit helst at síggja og hoyra meira til í komandi tíðum. Nú bankamálið er farið aftur um bak verður aftur tíð í føroyska samfelagnum at umrøða onnur og meira týðandi mál. Vónandi fáa vit eitt sakligt og breitt orðaskifti um komandi viðurskiftini millum Danmark og Føroyar í komandi tíðum, og vónandi fer hetta orðaskifti at fáa tað pláss, sum tað hevur uppiborið. Ein kann loksins siga, at vit nú hava meira rúmd og tíð til at tosa konstruktivt um viðurskifti, ið viðvíkja bæði gerandisdegnum og framtíðini hjá føroyingum. Latið okkum nú fáa so mong fakta og ætlanir annars á borðið um, hvat politikarrnir og fólkið annars vil bæði í ríkisrættarliga spurninginum og í gerandismálum hjá føroyingum.