Saman við góða summarveðrinum teingist á hvørjum ári strævna próvtøkulestrartíðin hjá ungdómi okkara, sum í hesum døgum fær prógv handað á ymsu lærustovnunum kring landið. - Og vit kunnu ikki siga annað, enn at tað er ein sera hugalig og gleðilig sjón at síggja kátar ungdómar í húgvu stuttleika sær í gøtunum hesi vøkru kvøldini: Hjá teimum tykist framtíðin opin og ljós.
Floygdu pisurinar eru nú til dystin fús at fara víðari út í lívið - undir lesnað her á landi ella úti í heimi, og vit kunnu ikki annað enn frøast um, at samfelagið hjá okkum kann bjóða ungdóminum hesar møguleikar.
Men tað er ikki nóg mikið við tíð. Vit eiga at spyrja okkum sjálv, um lestrarmøguleikarnir eru nóg góðir her á landi, og um vit eiga at bøta um teir.
Eftir okkara tykki eigur samfelagið at bjóða meira - vit eiga at bjóða teim lesandi frægari sømdir, so fleiri veruliga fáa møguleika at nema sær eina útbúgving. At hettar kostar pening vita vit, og tí eiga vit at gera okkum greitt, at vit vilja brúka pengar upp á útbúgving.
Í hesum føri hugsa vit um uttaru umstøðurnar hjá teimum lesandi: Útbúgvingarstuðulin, ferðamøguleikarnir o. s. fr.
Áðrenn blokkstuðulskipanin varð sett í gildi í 1988, var tað danska stuðulsskipanin (S.U.), sum rindaði útbúgvingarstuðulin. Atfinningarsomu røddirnar søgdu, at stuðulin var so ójavnt býttur, tá tað var skattskylduga inntøka foreldra, sum var avgerandi fyri stuðulin. Tí var hetta broytt, tá føroyska stuðulsskipanin varð sett í gildi við blokkstuðlinum: Nú fingu øll somu upphædd. Einasti munur var, um tú búði heima hjá foreldrum ella fyri teg sjálvan, ella um tú vart undir ella yvir átjan ár.
Semja var um, at hetta var ein góð stuðulsskipan, sum samstundis gav teimum lesandi loyvi til at vinna sær so nógv umframt, sum hugur var til: Onnur inntøka ávirkar ikki stuðulin.
Tað sum kortini hevur víst seg er, at stuðulin fyrst stóð í stað, og síðani tók at minka, samstundis sum livikostnaðurin annars hækkaði. Hetta hevur ført við sær, at tann føroyski útbúgvingarstuðulin í veruleikanum er minkaður niður í helvt seinastu 10 árini.
Hetta kunnu vit ikki góðtaka - hetta eigur landsstýrið at gera nakað við. Júst útbúgvingarstuðulin var nógv frammi í valstríðnum í vár ? og vit kunnu bert vóna, at hetta ikki vóru kávalótir, men veruliga politiskar ætlanir, hóast meira var tosað um loysing og sjálvræði.
Okkara tilmæli til Signar á Brúnni, landsstýrismann í undirvísingarmálum og á politikarar annars er, at stuðulin í minsta lagi eigur at fáast upp á sama støði, sum hann var í 1988. Her eigur eisini stórur dentur at leggjast á, at geografisku umstøðurnar ikki heldur gera mun á teimum lesandi - at ungdómur í útjaðaranum fær endurgoldið ferðaútreiðslur hann hevur av at ferðast millum heim og skúla.
Málið skal sjálvandi vera, at øll skulu hava sama møguleika til útbúgving - líka mikið hvar í landinum tey búgva - ella hvussu væl fyri familjan er fíggjarliga.
Viðvíkjandi útreiðslunum, so eiga okkara kosnu menn og kvinnur at hava í huga, ein íløga í ungdómin er er ein íløga í framtíðna. Virði á vælskúlaðum ungdómi kann ikki metast krónum og oyrum - og hvat tryggjar betur fólkaræðinum enn eitt væl upplýst fólk?