- Hvør eigur hendan bátin? Báturin liggur við ambulansastøðina á Lambareiði, og hevur ligið har síðan síðsta vetur.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í dag.
- Báturin rekur fyri vág og vind og kann enda við at raka bygningar og aðrar lutir á staðnum., verður lagt aftrat.
Kommunan heitir á eigaran um at koma eftir bátinum beinanvegin, og í seinasta lagi hin 5. desember 2025.
- Um eingin kemur eftir bátinum, burturbeinir kommunan bátin fyri eigarans rokning.
At enda verður lagt aftrat, at eigarin er vælkomin at seta seg í samband við kommununa um bátin tlf. nr. 417000.










