- Størsti parturin av stuðlinum verður latin til trivnaðarátøk av ymiskum slag - átøk, sum stuðla undir felagslívið í Vestmanna. Tiltøk og átøk, sum gera tað enn stuttligari og betri at búgva í Vestmanna.
Soleðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
- Í eina tíð hevur borið til at søkja um stuðul frá kommununi á vanganum. Summi hava brúkt henda møguleikan, men tað eru eisini fleiri, sum senda teldupostar beinleiðis til kommununa.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at frameftir er ætlanin, at allar stuðulsumsóknir skulu sendast inn á vanganum.
- Við hesum verða allar umsóknir eins, skulu innihalda somu upplýsingar og kunnu tá viðgerast eins eisini.
Bygdarráðið í Vestmanna hevur av somu orsøk broytt stuðulspolitikkin hjá kommununi.
- Nú er ein áseting koyrd inn, sum ásetir mannagongdina við stuðulsumsóknum á vanganum eisini.
Um heimasíðuna - www.vestmanna.fo - kann meira lesast um stuðulspolitikkin hjá kommununi, og á heimasíðuni er eisini leinkja, har søkjast kann um stuðul.
- Við at trýsta á merkið "mentanarstuðul", verður tú leidd/ur inn á eina síðu, sum vegleiðir teg víðari í umsóknini inni á vanganum.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at um onkur er, sum av onkrari orsøk ikki kann ella fær søkt inni á vanganum, eru fólk sjálvagt vælkomin at venda sær til kommununa og biða um hjálp.











