VIDEO: Dramatiski dystarendin: Sønderjyske-GOG 39-39

(Video) Síggj seinastu løtuna frá málríka javnleikinum

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG spældu sunnukvøldið dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. Í Sydjysk Sparekasse Skansen høllini í Sønderborg var Sønderjyske mótstøðuliðið.

 

Dysturin endaði við javnleiki 39-39, ið var eitt vónbrot fyri GOG sum hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum. Tá 23 sekund vóru eftir av dystinum hevði Hjalte Lykke lagt GOG á odda 39-38. Men sjey sekund undan dystarloki javnaði Frederik Tilsted fyri heimaliðið, ið kundi stórfegnast um eitt vunnið stig. GOG var á odda 21-17 í steðginum.

 

Óli var næstmest effektivi leikarin hjá GOG, sambært hagtølunum. Óli skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til seks mál (assist). 

 

HER  ber til frá danska TV2 at síggja ta seinastu dramatisku løtuna frá málríka javnleikinum í Sønderborg.