Kringsettur av ferðafólkum alt fyri eitt

Síðan 2002 hevur Hans Esbern Heinesen úr Tjørnuvík tikið sær av ferðafólkum, sum vitja bygdina.

Hvønn dag í summarhálvuni hevur hann tosað við ferðafólk í túninum hjá sær. Hóast fermetrarnir eru fáir, er rúm fyri stórum ferðaliðum, hava fingið nýbakaðar vaflur.

 

Hans Esbern Heinesen dámar væl at práta við fólk, hesum fáa mongu ferðafólkini, sum koma til Tjørnuvíkar stóra gleði av, tí Hans Esbern hevur nógvar søgur at fortelja um bygdina, hann syngur Kingo, selur kaffi og vaflur, og ferðafólkini tyrpast um hann.

 

Hans Esbern Heinesen er 81 ára gamal, føddur og uppvaksin í Tjørnuvík. Í 1962 flutti hann til Havnar, og fór í timburlæru. Í 1966 giftist hann við Randi Thomassen, tey búsettust á Argjum í 1974, har búðu tey til tey fluttu til Tjørnuvíkar í 2002.

 

##med2##

 

Hans Esbern Heinesen arbeiddi sum húsasmiður við egnari fyritøku. Í 2007 var hann fyri óhappi, hann datt, og ein vøddi í arminum slitnaði. Skaðin hevði við sær, at hann noyddist at gevast at arbeiða sum húsasmiður.

 

– Læknin segði, at eg skuldi ansa væl eftir, eg skuldi ikki gevast at arbeiða, men eg kundi ikki fara út til fólk at arbeiða hálvur maður.

 

Eftir hetta fekk Hans Esbern Heinesen starv sum bussførari. Hann koyrdi eldri fólk úr Sundalagnum, til fimleik á røktarheiminum á Mørkini. Fimleikurin byrjaði klokkan 14, men tá klokkan var 13:30, vóru tey oftast komin, og sótu og bíðaðu. Hans Esbern Heinesen var skjótur at finna uppá ráð, hann sang og fortaldi søgur, og tá tíðin var komin at ganga yvir í fimleikahølið, sum var í hinum endanum av húsunum, gjørdist gongutúrurin ein partur av søguni.

 

– Tað var øgiliga stuttligt, tey vóru púra burtur í søgunum. Tað tók tríggjar minuttir at ganga í hin endan av Mørkini.

 

Eftir nøkur ár bleiv koyringin skerd niður til tveir dagar um vikuna. Tá byrjaði Hans Esbern Heinesen sum ferðaleiðari, hann skipaði fyri fjallatúrum úr Saksun, yvir til Tjørnuvíkar.

 

– Ein dagin kom ein bólkur, tey spurdu um tey kundu fáa ein kaffimunn onkrastaðni, men har var einki. Næsta dagin setti eg eitt lítið borð í túnið við kaffi og vaflum. Eg varð umringaður alt fyri eitt, og eg kom ongantíð niðan í fjøllini aftur.

 

Eftir hetta fór Hans Esbern at selja kaffi og vaflur, og hvønn dag hittir og prátar hann við ferðafólk.

 

– Eg møti teimum í túninum og royni at svara so væl sum eg kann. Eg havi ongantíð lært enskt, men tað vísir seg at ganga allíkavæl, tí eg dugi at forklára meg burturúr tí. Við norðurlendingar tosi eg blandinaviskt, og tað skilja øll.

 

##med3##

 

Tá ferðaløg koma, fer hann í kirkjuna við teimum, hann greiður frá kirkjusøguni og øðrum úr Tjørnuvík, hann syngur Kingo fyri ferðafólkinum. Síðani verður gingið runt í Tjørnuvík. Tá veðrið ikki er til vildar, verða vaflurnar seldar inni.

 

– Barnaheimið hjá mær í Tjørnuvík eru eini pinkulítil hús, tey eru knapt 40 fermetrar, og 1,90 metrar eru upp til bjálkarnar, tey vitjandi fingu nógvar kúlur og fóru ikki út við ongum, sigur Hans Esbern brosandi.

 

Hóast fermetrarnir ikki eru so nógvir, rúmast nógv ferðafólk inni, tí blíðskapurin trýtur ikki. 21 fólk fáa sett seg niður. Ein dagin ringdi Mourtits O. Mouritsen frá Mouritsens bussum, hann koyrdi 36 danskar pensjonistar, og spurdi um tað bar til at fáa kaffi og vaflur.

 

– Eg vil ikki baka vaflurnar ov tíðla, tí tær skulu vera nýbakaðar. Eg var ikki meira enn byrjaður so vóru tey har. Tað sum síðani hendur er, at tað fer at oysregna, og øll 36 storma inn í senn.

 

Hans Esbern Heinesen stóð kroystur ímóti vaflujarninum, og danski ferðaleiðaran fekk ferðafólkini nøkulunda uppá pláss og býtti vaflur út.

 

– Tað gekk, og tvær av teimum søgdu, at hetta fóru tær at minnast.

 

Tvey ár eftir at tey vóru flutt til Tjørnuvíkar, doyði konan Randi, hetta var ein tung tíð. Í dag hevur Hans Esbern nýggja konu, sum eisini eitur Randi.

 

Umstøðurnar hjá Hans Esbern blivnar soleiðis, at hann noyðist at gevast. Ferðafólkini sum vitjaðu í summar, vóru tí tey seinastu sum fingu høvi at keypa vaflur og kaffi frá Hans Esbern Heinesen.

 

##med4##

 

Ferðafólk ofta ótilvitað um vandar

 

Alt tað sum Hans Esbern minnist, hava nógv ferðafólk verið í Tjørnuvík. Seinastu árini er talið alsamt økt. Fyri nøkrum árum síðani blivu 20 parkeringspláss gjørd afturat teimum sum vóru frammanundan.

 

– Kommunan bleiv spurd, hvar fleiri parkeringspláss kundu gerast. Eg segði, tú kanst gera so nógv parkeringspláss tú vilt í Tjørnuvík, tað verða ongantíð pláss fyri øllum bilunum.

 

Vegurin til Tjørnuvíkar er smalur. Við Ennið eru víkipláss, og haðani sæst bygdin. Tað ger, at ferðafólkini stilla seg í víkiplássið at taka myndir, og tá bilar møtast er galið, tí fleiri av ferðafólkunum duga illa at bakka.

 

– Eg ímyndi mær, at tey bara eru von at koyra frameftir á breiðum vegum. Tað er fantastiskt at koma um ennið, tí tú sært inn á bygdina, og tá mugu tey út at taka myndir. Men tá tey stilla bilarnar har, og aðrir koma, tá kemur proppur í, soleiðis hevur ofta verið.

 

##med5##

 

Eisini koma stórir bussar. Nógvir týskarar koma við Norrønu. Fyrstu tíðina ferðir vóru skipaðar komu allir 300 týskararnir samstundis.

 

– Har vóru seks stórir bussar, og fleiri fólk í hvørjum bussi, hvat skulu vit gera við 300 týskarar ímillum húsini har?

 

Tí bleiv skipað so fyri, at tveir bussar fóru til Saksunar, tveir til Gjáar, og tveir til Tjørnuvíkar, og síðani býttu teir um.

 

##med6##

 

Ferðafólk vitja alt árið, og ofta er veðrið ótespiligt. Hans Esbern Heinesen hevur sæð, at ferðafólkini ikki altíð eru tilvitað um vandan.

 

– Ein dag í oktobermánaði, stóð ein týskur bussur við síðuni til á parkeringsplássinum. Eg hugdi út á sjógv, og sá at tríggjar stórar aldur komu, tær bygdu hvørja aðra upp. Aldurnar fyltu urðina, skolaðu innyvir parkeringsplássið, og inn á botnin. Tá aldurnar skolaðu um bussin, sótu tey og klappaðu og flentu inní bussinum. Eg fór til sjaførin og bað hann sleppa sær burtur, og hann pakkaði saman beinanvegin.

 

Tjørnuvíkingar eru ymiskir á máli um mongu ferðafólkini, summi hava hug at ilskast, onnur leggja ikki í. Eina tíð gingu ferðafólkini í bønum, hesum høvdu allir tjørnuvíkingar ilt av, tí alt verður hoyggjað og brúkt til vetrarfóður. Skeltir blivu sett upp, men tað gjørdi lítlan mun, nú eru onnur skeltir sett upp, og tey vísa seg at rigga betur. Tað kemur eisini javnan fyri, at tjørnuvíkingar noyðast niðan í fjøllini, eftir fólki sum eru komin illa fyri.

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##