Nýggj manning á fólkating

Vinstravongurin í føroyskum politikki eiga sín sjálvsagda rætt til annað av umboðunum á fólkatingi

UM góða viku verður fólkatingsval. Hóast hetta valið ikki hevur havt tann stóra áhugan millum føroyskar veljarar, so plagar uppmøtingin kortini at vera rímuliga høg, tó langt frá tí vit uppliva til eitt løgtingsval. Øll orsøk er til at rokna við, at tað verður øðrvísi hesaferð. Bankamálið, Heimastýrislógin hálvthundrað ár og alt tosið um stjórnmálanevnd og sjálvstýrislóg eru alt mál, sum náttúrliga fara at gera, at fleiri føroyingar enn nakrantíð áður fara á fólkatingsval.


TAÐ er tí kanska ikki út av lagi at siga, at vit í veruleikanum skulu hava tvey sera týðandi val í næstum, har tað eina ikki er minni áhugavert og týdningarmikið enn hitt. Við fólkatingsvalinum eru vit rætt og slætt við at leggja botnin til løgtingsvalið.


NETTUP av hesi orsøk er tað tí kanska meira týdningarmikið enn nakrantí, hvørji fólk vit velja á fólkating at umboða okkum øll. Tað er stórt spell og sera óheppið, at tað í dag eru tvey borgarlig og konservativ fólk, sum umboða alla ta føroysku tjóðina á fólkatingi. Sum útgangspunkt átti tað at verið so, at annað av hesum fólkunum umboðaði ta stóru fjøld av veljarum, sum ikki velur borgarligt ella konservativt. Ein kann siga, at sakliga sæð vildið tað verið rættast, at annar av fólkatingsmonnunum umboðaði høgravongin og hin vinstravongin. Veljararnir eiga tí sum minstamát at vraka annað av verandi umboðum. Nakað annað er so, at vit hava brúk fyri tveimum fólkum, sum kunnu umboða Føroyar á ein ikki bert greiðan og markantan hátt men samtíðis á sakligan og siðiligan hátt. Umboð sambandsfloksins hevur eftir okkara tykki ikki megnað at gera nóg nógv vart við føroysk viðurskifti og at bryggja brýr millum ríkispartarnar. Hitt umboðið hevur fullkomiliga misskilt sína uppgávu á fólkatingi. Óli Breckmann hevur øll hesi árini hann hevur sitið á fólkatingi havt eittans endamál, og tað er at reka sín egna egosentreraða og sera høgravenda politikk. Ístaðin fyri at byggja upp og betra samstarvsmøguleikar hevur hann brotið niður og skapt fíggingarmyndir. Tey, sum halda, at Óli Breckmann var ein góður talsmaður fyri okkum føroyingar undir bankamálinum, fara fullkomiliga skeiv. Endamál hansara var eina og aleina at skapa øsing. Hvussu kanst tú rokna við at fáa nakað skilagott burtur úr persóni, sum alla tíðina skapar sær fíggingarmyndir og longu frammanundan hevur avskrivað øll menniskju, sum ikki hugsa og tosa sum hann sjálvur! Óli Breckmann er føroyska svarið uppá Kirsten Jacobsen. Tosingarháttur hansara er so nið ursetandi og so mannminkandi, atvanligir danir, sum bara hava hoyrt Óla Breckmann tala søk Føroya, venda føroyingum bakið.


NÚ skal ruddast upp eftir bankamálið og nú skal stingast út í kortið av nýggjum í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Men til tess at kunna tað er neyðugt, at Føroya fólk gevur Óla Breckmann durafjórðingin og tekur fólkatingssessin frá honum. Ístaðin eiga føroyingar at velja eitt umboð fyri vinstravongin í føroyskum politikki. Her eru tveir flokkar í at velja, annar er javnaðarflokkurin, hin er tjóðveldisflokkurin. Eftir okkara tykki eru bæði núverandi og fyrrverandi formenn javnaðarfloksins eitt gott boð uppá annan av fólkatingssessunum, nú flokkurin greitt hevur latið donsku stjórnina og danska javnaðarflokkin vita, at eitt javnaðarumboð á fólkatingi fer ikki at binda seg til nakran flokk men at virka fyri føroyskum áhugamálum umframt bøttum viðurskiftum millum ríkispartarnar.


TOSA vit um realpolitikk og um at finna loysnir, sum meiriluti fæst fyri, so er eingin ivi um, at bæði til eitt fólkatingsval og til eitt løgtingsval er stevnumiðið hjá javnaðarflokkinum tað mest sannførandi. Latið okkum velja eitt umboð fyri vinstravongin á fólkating. Eitt gott val fyri henda vongin eigur eisini at ruddað slóð fyri eini nýggjari samanseting av komandi løgtingi. Eins og málið er at fáa umboð á fólkating eigur málið hjá vinstravonginum í føroyskum politikki at verða at forða fyri, at teir konservativu koma til aftur ræðið í Tinganesi eftir løgtingsvalið.