Hvat vil fólkaflokkurin við útspilling!

Hugburðsbroyting má til, tá landsstýri verða skipað í Føroyum. Samgongurnar mugu verða so mikið breiðar og stórar, at hvørki smáflokkar ella einstakir persónar sleppa at gera av lagnu Føroya. Var rætt áttu hvørki Helena, Sámal Petur ella ÓliB at gjørt av, hvat stýri Føroyar skulu hava. Tað áttu harafturímóti leiðararnir í teimum stóru flokkunum.

SO hendi tað aftur. Formaður fólkafloksins á løgtingi Óli Breckmann ger bart og kastar óhumsku eftir formanni tjóðveldisfloksins, sum sami Óli Breckmann roynir at skipa eitt landsstýri saman við.


NIÐURGERANDI orðini hjá stavnamanni fólkafloksins í Dagblaðnum fyri viku síðani og nú aftur í gjár móti tjóðveldisfólki áttu ikki at komið ávart á nakran. Soleiðis hevur hann tíggjað sær, hvørja ferð samgonguroyndir verða gjørdar. Fyrr fingu svørtu sambandsmenninir av at vita. Í dag eru teir friðhalgaðir. Tí teir kann ÓB brúka í eini borgarligari samgongu. Nú hevur ÓB tikið framaftur sosialistisku ræðumyndirnar. Í blaðnum í gjár fær formaður tjóðveldisfloksins av at vita. Eitt er tað, at hann verður sagdur at vera ónýtiligur í landsstýrinum og politikki sum heild. Annað er at gjøldur verður gjørt burtur úr medferðini hjá hesum manna millum metta hampamanni. Hvat billar oddamaður fólkafloksins sær inn! Hvussu ber tað til, at Anfinn Kalsberg, sum kann fáa tann heiður at verða kosin til løgmann, letur sær lynda, at samstarvsfelagar hansara í tjóðveldisflokkinum, á henda henda hátt verða niðurgjørdir og útspiltir!


VIT hava oftani tikið spurningin upp, hvussu tað ber til, at leiðandi fólkafloksmenn góðtaka, at ein av teirra ovastu leiðarum, fremur útspillingarherferð móti somu fólkum, sum fólkaflokkurin skal samarbeiða við. Vit hava ilt við at trúgva, at fólkaflokkurin í veruleikanum tekur undir við og løðir Óla B til hesi fúlu álop. Men var nakað format yvir komandi løgmansevninum, so átti hesin alment at biðið tjóðveldisflokkin um eina umbering. Tí tú kanst ikki byggja samstarv á slíkt. Vónandi lata tjóðveldisfólk hetta ikki fara framvið uttan víðari.


NETTUP fyri at kunna fyribyrja, at samgongur eru so heftar at 17. ella 18. manninum, er tað eftir okkara tykki so umráðndi at fáa eina hugburðsbroyting inn í føroyska politikk. At stýrisskiparnarlógin leggur upp til størri samstarv við andstøðuna er so eitt. Men hetta er ikki nóg mikið. Føroysk landsstýri eiga í framtíðini at vera so breið og stór, at ein einsamallur tingmaður má ikki sleppa at seta tey uppá spæl, tá tað hóvar honum. Tíðin má vera farin frá teimum tepru samgongunum, har smáir flokkar sum sjálvstýrisflokkurin í veruleikanum eru teir, ið bestemma. Tað er avgjørt ikki í tráð við andan í demokratiinum, at so teprar samgongur skulu skipast, at týðandi partar av fólkinum verða hildnir uttan fyri mest sum alla ávirkan. Tí halda vit, at sjálvstýrisflokkurin hevur alt ov stórt vald í nýggja landsstýrinum. Ja valdið er so mikið stórt, at hann saman við einstøkum limum í tí uttasta høgra í fólkaflokkinum hevur forðað landsins næststørta flokki at vera við í skipan av landsstýri. Tíðin er komin til at sanna hetta. Men tað hendir bert, um tað finnast leiðarar í stóru flokkunum, ið virða andan í demokratiinum. Tað er ikki serliga hugaligt at vita sær, at Føroya framtíð og lagna skal avgerast av einum stýri við persónum, sum innanhýsis hava so lítið álit á hvørjum øðrum.