So langt aftur Hans Jacob Hermansen minnist, droymdi hann um sjógvin. Pápi hansara var sjómaður.
– Eg gekk í hølunum á honum allastaðnis. Teir róðu út við línu, bæði norður og suður, við gørnum um summarið, og tað var langt at sigla, men eg var ofta við honum, og tað var eitt gott lív.
Nýggjársaftan 1955 doyði pápin, tá var Hans Jacob júst vorðin 8 ár. Hann var yngstur av fýra systkjum. Hini systkini vóru so mikið tilkomin, at tey vóru flutt heimanífrá. Hans Jacob Hermansen og mamman fluttu úr Hósvík til mostrina á Toftum. Eftir eina tíð fluttu tey aftur til Hósvíkar, og síðani til Havnar.
– Onkur skaffaði mammu innivist og arbeiði í Havn, tí tá var einki fyri eina einsamalla einkju at liva av í Hósvík. Vit komu til Havnar í mai mánaði 1957, og her havi eg verið síðani.
##med2##
Hann fór á realskúla, og síðani á studentskúla í Hoydølum.
– Eg fór, tí vinmenninir fóru har, ánaði ikki hvat eg skuldi, eg droymdi bara um at fara á sjógvin.
Frá tí hann var 11 ár, sigldi Hans Jacob við deksbátinum hjá beiggja sínum. Teir sigldu leigutúrar hvørt summar, og á hesum túrum lærdi hann um sigling og streym.
– Frá tí eg var 11 til 14 ár, var eg við honum um allar Føroyar. Líka úr Suðuroynni til Fugloyar, og vestur í Vágar. Eg lærdi hvørjum ansast skuldi eftir, og sum 14 ára gamal var eg skipari, teir túrarnar hann ikki fekk gjørt. Hetta var grundarlagið til at blíva sjómaður.
Men dreymurin um sjógvin brast, tá Hans Jacob Hermansen fór til sjónarroynd, tá hann tók koyrikort til prutl. Hann var tá 15 ára gamal, og boðini vóru, at hann var eitt sindur litblindur. Hetta var eitt stórt vónbrot, men tá hann var 18 ára gamal, skaffaði ein annar beiggi honum eitt vikarstarv.
– Tá eg var yngri var eg øðiliga smæðin, mær dámdi illa at føla, at eg var miðpunktið á nøkrum. Um kom eg kom 5 minuttir for seint, tá eg gekk í skúla, so fór eg ikki inn til tíman, tí eg toldi ikki at síggja hini hyggja eftir mær. Men smædni fekk eina harða viðgerð, tá eg fyrstuferð stóð frammanfyri 20-24 ungum fólkum, sjálvur 18 ára gamal, og næmingarnir 16-17 ár, tað gjørdi, at man vandi seg við tað, og í dag eri eg ikki smæðin.
Royndirnar sum vikarur gjørdu, at hann gjørdist lærari. Hans Jacob Hermansen fór til Ribe í Danmark at lesa til lærara, og 23 ára gamal fekk hann prógv. Hann var heppin, tí hesa tíðina var læraratrot í Danmark, og tí var lestrartíðin stytt til trý ár. Um hetta mundið hitti hann Sigruna Mohr, sum enn er kona hansara.
– Tað sum hendi er, at eg fekk eyga á eina fitta damu. Hon var stungin av at læra, og eg fór aftaná.
Í trý ár var hann lærari í Keypmannahavn. Heimafturkomin bleiv hann lærari í Eysturskúlanum, har hann starvaðist frá 1975 til 1984.
##med3##
Hann hevur eisini starvast í ferðavinnuni. Tá hann fór frá sum lærari, starvaðist hann tvey ár hjá Smyril line. Hann arbeiðir framvegis í ferðavinnuni, í summar hevur hann verið ferðaleiðari og koyrt bussar við ferðafólki. Hetta er ein ógvuliga spennandi vinna, heldur Hans Jacob Hermansen.
– Bakterian, sum eitur ferðavinna, beit seg fasta hjá mær. Hetta er ein spennandi vinna, og hetta hevur gjørt, at eg havi bæði kunnleika og forvitni um føroyska samfelagið, og ferðafólkini gerast bergtikin av føroysku søguni.
Hann hevur eisini onkra ferðavinnuverkætlan í umbúna.
– Eg arbeiði sum um eg verið 100 ár.
Í 1995 fór Hans Jacob Hermansen at starvast sum koyrilærari, útbúgvingina hevði hann fingið í Norra.
Hann undirvísti ikki bara í persónbilakoyring, men eisini í motorsúkklum og treylarum. Tey seinastu árini tók hann sær serliga av teimum stóru koyrikortunum. Seinasta summar gavst hann sum koyrilærari.
– Seinasti næmingurin, sum fór upp í summar, var bussnæmingur, og so var hatta kapitlið liðugt.
Bæði í lærarastarvinum, og sum koyrilærari, hevur Hans Jacob arbeitt við fólki, og tað dámar honum væl, hann heldur at vit hava ein fantastiskan ungdóm.
Tekur við ábyrgd
Hans Jacob Hermansen er 77 ára gamal, tí eru tað nøkur ár síðani hann náddi pensjónsaldur. Hann hevur altíð livað eitt virkið lív, og tað ger hann framvegis.
– Eg eri tryggjaður við eini tænastumannaeftirløn. Hevði eg verið ein av teimum, sum skuldu valt ímillum at arbeitt og ikki, so er eingin ivi um, at eg hevði sitið heima og einki gjørt.
Hann heldur at fólki áttu at fingið møguleika at hildið fram at arbeiða, so leingi sum tey orkaðu, uttan at tað ávirkaði teirra eftirløn. Hann saknar betur kunning og skalfesting av haldføristrupulleikanum hjá landinum, og hví hesin skal partú loysast við at hækka pensjónsaldurin.
– Eg haldi tað vera ótrúliga vánaligt, at vit ikki kunnu finna aðrar inntøkumøguleikar enn at fara eftir pensjonistunum. Tað er brúk fyri nógv fleiri, og har er mín tanki, at vit kunnu seta 8-10 fólk saman í eina tankasmiðju at hugsa, hvørjir møguleikar eru, eg havi sjálvur fleiri hugskot.
##med4##
Bæði Hans Jacob og Sigrun hava eitt sosialt sinnalag og arbeiða fyri at gera batar, har tey halda at tað er neyðugt. Sigrun stovnaði Alzheimerfelagið í 2001 og var forkvinna í nógv ár, í vár gavst hon sum samskipari, tá hevði hon verið í felagnum í 24 ár. Hans Jacob Hermansen var við at stovna Grindamannafelagið í 1992 og var formaður í fleiri ár, til Ólavur Sjúrðaberg tók við. Eisini hevur hann verið í koyrilærarafelagnum.
– Vit kundu ikki gjørt hetta uttan góða heilsu, bæði likamliga og tann mentala er á eini leið.
Sigrun verur 75, og eg verið 78, um stutta tíð, og vit kunnu bara vera takksom.
Seinastu árini hevur Hans Jacob arbeitt við at fáa til vega lutaíbúðir.
– Hugskotið kom ikki av ongum. Onkur flutti heim, og tað var trupult at finna hóskiligan bústað. Tankin menti seg, tí hesin trupulleikin er ikki bara okkara, tað er alt samfelagið, sum hevur ein trupulleika. Sjálvi sluppu vit heim aftur, tí eg fekk arbeiði sum lærari, men tað eru nógv sum ikki fáa fótað sær, tí tey fáa ikki hóskiligan bústað, og tað haldi eg vera harmiligt.
Stórur áhugi hevur verið fyri arbeiðinum, men snávingarsteinar eru eisini, serliga tí at húsaprísirnir eru himmalhøgir. Áhugafelagið lutaíbúðir fekk í boði at keypa íbúðir við Villingadalsveggin.
– Vit høvdu samrátt okkum til ein prís sum var betri enn marknaðarprísurin, og tað sum restin bleiv selt fyri, men tað bleiv kortini ov dýrt. Góða tíðin vit liva í ger, at kappingin um íbúðirnar er stór, tú kanst selja næstan fyri tað tú vilt. Tey sum hava ráð, seta pengar í ognir, tað hava tey rætt til, men eg haldi, at landið eigur at hyggja at, hvat er rætt og rímiligt.
Felagið samskiftir við lands- og kommunalmyndugleikar fyri at ávirka og finna loysnir.
– Nú verður skjótt val aftur, og vit síggja at íbúðarspurningurin er blivin eitt viðkomandi evni hjá politikarunum.
##med5##
Hans Jacob Hermansen heldur, at tá tú sært, at okkurt manglar, men einki hendur, so eigur tú at taka ábyrgd.
– Eg eri ikki tann fyrsti sum leypur framat onkrastaðnis, men vissi eingin er ger nakað, so royni eg at gjøgnumføra, til eg havi gjørt mítt.
Hann hevur ta lívsfilosofi, at vit eru fødd við nøkrum gávum og evnum, sum vit hava skyldu at brúka og geva víðari.
– Um nakar kann brúka tað, sum eg havi lært, og eg kann hjálpa teimum við tí, so er tað ikki ein rættur, men mín skylda at gera tað, tað royni eg at liva eftir.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##


















