Mugu gevast áðrenn tað verður ov "sjarmerandi"

Alternativið til at fara hvør sín veg í býnum kann gerast brumman, um fólk ikki duga sær hógv. Í nátt varð klokkan flutt, og fólk høvdu ein tíma meira at hugna sær í

 

Løgreglan var til steðar í býnum í Havn í nátt, tá skeinkistøðini lótu aftur.

 

- Vit hjálptu onkrum fullum til hús, og vit vóru millum fólk, sum vóru við at koma til ilnar.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at sum oftast er tað nóg mikið at biðja fólk, sum ikki duga sær hógv, at fara hvør sín veg.

 

- Tað er ofta, at vit heita á fólk um at fara í hvør sína ætt, áðrenn tað verður ov "sjarmerandi", sum vaktleiðarin tók til.

 

Løgreglan sigur, at náttin gjørdist ein tíma longri, tá klokkan varð flutt, men við fyribyrgjandi arbeiði, tá skeinkistøðini lótu aftur, endaði alt væl.