Brúk fyri góðum kreftum at stýra

Vit hava brúk fyri einum landsstýrið, sum gongur inn fyri størri sjálvstýri, størri sosialum tryggleika, einum sunnari vinnulívi og einum mentanarlívi, sum byggir á varðveitan og menning í samljóði við umheimin

TORFØRT er at gera sær eina greiða meting av, hvussu eitt komandi landsstýri fer at síggja út eftir valið. Tað stendur tó greitt, at tjóðveldisflokkurin stendur rættiliga einsamallur yðst á loysingarvonginum, meðan sambandsflokkurin somuleiðis stendur einsamallur yðst á sambandsvonginginum, taka vit úttalilsini frá fyrsta valevnisfundinum í sjónvarpinum fyri fult.


SENDINGIN í sjónvarpinum gav okkum eina ábending um, at valið fer at snúgva seg um, hvar millum hesar vongirnar í føroyskum politikki ein komandi landsstýrissamgonga fer at liggja. Tað ber helst til heilt at síggja burtur frá sambandsflokkinum í komandi landsstýri, um so er, at flokkurin heldur fram á tí kós, sum núverandi formaðurin í flokkinum stendur fyri. Tað sær ikki mætari út enn, at flokkurin er í ferð við at grava sína egnu politisku grøv. Helst eru tey tó mong, eisini í sambandsflokkinum sjálvum, sum halda, at best er fyri flokkin at leggja seg í dvala í eitt skeið.


TÓ er eitt stórt men. Og hetta men eitur fólkaflokkurin. Hóast Óli Breckmann fleiri ferðir undir sendingini, eitt nú av formanni javnaðarfloksins varð mintur á úttalilsi hansara herfyri, um, at fólkaflokkurin helst sær seg í eini borgarligari samgongu saman við sambandsflokkinum eftir valið, so vildi ovasti leiðari fólkafloksins kortini ikki vísa aftur hesum møguleika. Við øðrum orðum roynir fólkaflokkurin fyrst at billa fólki inn, at hann er ein sjálvstýrisflokkur fyri síðani at leggja út í valstríðnum við at siga somu fólkum, at hann helst vil í samgongu saman við sambandsflokkinum. Skiljið tað, hvør, ið skilja vil. !


SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN hevur átt lykilin til nógvar samgongur, og spurningurin er so, um hann er lykilin til ta borgarligu samgonguna hjá Óla Breckmann og Edmundi Joensen. Sámal Petur í Grund fer ikki í samgongu við Edmund, men skuldi løgmaður dumpað á valinum, so er tann forðingin burtur. Óli Breckmann, Sámal Petur í Grund og Jóhannes Martin Olsen eru uttan iva eitt gott superborgarligt boð uppá eina samgongu. Men tá hava bæði fólkaflokkur og sjálvstýrisflokkur avreitt alt teir siga seg standa fyri á sjálvstýrisleið. Tí sjálvt uttan Edmund Joensen ber ikki til at fáa sambandið so langt á sjálvstýrisleið, sum hesir sokallaðu sjálvstýrisflokkar nú gera seg út til.


EIN samgonga við tjóðveldisflokki, fólkaflokki og sjálvstýrisflokki kann eisini blíva ein møguleiki. Men tá er vandi fyri, at tjóðveldið fer at lata seg toga so langt til høgru, at veruligur vandi er á ferð. Fólkaflokkurin fer at krevja borgarligan politikk, um hann skal geva seg í sjálvstýrisføvning tjóðveldisfloksins.


HVAR finna vit so javnaðarflokkin og hinar smáu í hesi telving! Gamla ?heimastýrissamgongan? fer neyvan at fáa meiriluta. Tí er hon útilokað. Hon treytar so eisini, at sambandið stillar upp við nýggjum formanni. Síðani er tað tann stóra samgongan við javnaðarflokki, tjóðveldisflokki og fólkaflokki. Skuldi henda blivið til veruleika, so vil javnaðarflokkurin vera tann, sum verður tungan á vágskálini, tí øðrumegin skal hann ansa eftir, at tað ikki verður farið ov langt á loysingaleið og hinumegin, at borgarligur politikkur ikki fær ov lætt spæl. Uppaftur ein møguleiki er tjóðveldisflokkur, javnaðarflokkur og sjálvstýri. Men ivasamt er um hesir fáa meiriluta. Aftrat hesum eru so eisini møguleikar við minnilutalandsstýrum. Og loksins at onkur av hinum smáu flokkunum eru við til at fáa eina av teimum mongu kabalunum at ganga upp.


TAÐ skulu og eiga at takast stórar og álvarsligar avgerðir í føroyskum politikki í komandi skeiði. Vit meta, at hetta ber til, uttan at tað skal vera neyðugt at taka til ekstrem, víðgongd tiltøk ella bara at lata standa til. Vit mugu fóta okkum eftir kreppuna og menna samfelagið til at fara inn í eina nýggja øld uttan at kollveltandi stig verða tikin frá degi til dags - ella at eingin broyting hendur í heila tikið. Vit mugu gera upp við okkum sjálvi, hvørji vit eru, hvat vit eru og hvussu vit skulu samvinna við umheimin í 20. øld. Og hetta megna vit, um vit fáa eitt samstarv millum flokkar, ið standa fyri øktum sjálvstýri, størri sjálvsábyrgd, einum sosialum meira tryggum og rættvísum samfelag, einum sunnari vinnulívi - og sum haraftrat vilja varðveita og menna okkara mentan í góðum samljóði við umheimin.