Fólkaflokkurin hevur ein trupulleika

Bróður- ella rættari sagt mammuflokkurin hjá Óla Breckmann í Danmark, Konservativi flokkurin atkvøddi ikki fyri avtaluni millum Føroyar og Danmark, hóast dyggi stuðulin Óli Breckmann hevur gjørt avtaluna til eitt av sínum lívsmálum. Jóanens Eidesgaard, hin føroyski fólkatingsmaðurin heldur, at OB nú eigur at gevast við at stuðla Konservativa flokkinum

FÓLKAFLOKKURIN hevur altíð havt ein trupulleika, nevniliga Óla Breckmann. Nú Óli Breckmann sjálvur hevur fingið ein nýggjan trupulleika á fólkatingi, má sigast, at trupulleikin hjá fólkaflokkinum er vorðin so mikið størri. Talan er um ein so álvarsligan trupulleika, at flokkurin kemur heilt at missa sítt trúvirði, ger hann ikki av at taka støðu til og avgreiða henda trupulleikan. Tá danska stjórnin við javnaðarflokkinum á odda fekk endaligu góðkenningina fyri avtaluna við Føroyar í farnu viku, vildu Vinstriflokkurin og teir konservativu ikki atkvøða fyri avtaluni.


FØROYSKI stuðulin hjá teimum konservativu og teimum borgarligu sum heild, Óli Breckmann fekk sostatt ikki sínar egnu flokskammeratar á Christiansborg at atkvøða fyri avtaluni, sum hannsjálvur hevur brúkt nógva orku at rósa sær av og gera til sína. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt sama ÓB taka til orðanna í seinastuni, at av tí at hann nú er í so góðum hýri fer hann ikki at fella eina sosialistiska stjórn Nú hevur pípan í hansara egna flokki í Danmark, bráddliga fingið eitt heilt nýtt ljóð. Nú vendir flokkurin hjá Óla Breckmann sær ímóti sama. Hetta er trupulleikin, sum ikki bara ÓB hevur fingið, hetta er trupulleikin, sum fólkaflokkurin við m.a. ÓB á odda hevur fingið.Tí hvussu kann sami ÓB, sum gevur sær æruna av, at avtalan fekst, aftur fara í part við teimum konservativu ímóti tí stjórn, sum gjørdi somu avtalu við Breckmann & Co.?


TAÐ verður tí ómetaliga áhugavert at fylgja leikinum hjá Óla Breckmann á fólkatingi komandi mánaðirnar. Hann boðaði frá, at hann fór ikki at atkvøða ímóti stjórnini um Hvítusunnupakkan, tí hon hevði givið føroyingum eina so góða avtalu og hann hevur eisini sagt, at kanska fór hann at vera ?í góðum lag? nakað aftrat og ikki beinanvegin at venda tí sosialistisku stjórnini bakið! Nú teir konservativu ikki vilja góðkenna Føroyaavtaluna, so eigur hetta at fáa ta avleiðing - um nakar sum helst stoltleiki, nøkur virðing og nøkur sunn fornuft er til - at tíðin, tá ÓB atkvøddi saman við teimum konservativu er søga. Nú má ÓB gera eins og hin føroyski fólkatingsmaðurin: nevniliga lata vera við at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk.


IKKI bert Óli Breckmann hevur fingið enn ein trupulleika. Allur fólkaflokkurin við løgmanni á odda, hevur fingið ein trupulleika. Eftir at Konservativi flokkurin ikki vildi atkvøða fyri avtaluni hjá eitt nú Anfinni Kallsberg og Óla Breckmann, sigur tað seg sjálvt, at Konservativi flokkurin ikki longur kann fáa stuðul frá føroyskum fólkafloksmonnum. Alt annað vildið verið skomm og djúpasta undirbrotligheit.


SAMANUMTIKIÐ vísir alt hetta, at Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins gjørdi rætt, tá hann gjørdi av ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, nú føroysku umboðini blivu tungan á vágskálini. Formaður javnaðarfloksins hevur - hóast húðflettur og niðurgjørdur av mongum - víst seg sum ein mann, tá hann tordi at standa við sítt. Vit ivast heldur onga løtu í, at ein av orsøkunum til góðu avtaluna við danir er nettup leikluturin hjá Jóannesi Eidesgaard. Hann var júst tað neyðuga jarnbrotið, sum skuldi til at fáa menn sum Nyrup og Lykketoft á glið og broyta kós móti Føroyum. Hesum eigur hann rós fyri. Um tað ikki er skomm skapt í fólkaflokkinum - og ÓB aftur fer at atkvøða saman við teimum konservativu móti sosialistunum, so eigur umboð javnaðarfloksins á fólkatingi at umhugsa støðuna. Eftir avtaluna við danir, har hon sigur seg ikki vilja leggja seg út í føroysk viðurskifti aftur, eiga vit at síggja føroysku fólkatingsumboðanina sum eina heild, ið saman ger av, heldur ikki at leggja seg út í donsk viðurskifti. Men vil ÓB ikki spæla við her, tí hansara fanatiska sosialistahatandi hjartaðvil tað, er bert eitt at gera hjá javnðarumboðnum og tað er at neutralisera atkvøðuna hjá ÓB. Tvs. at hann atkvøður júst øvugt av tí, sum ÓB ger. Hetta skylda vit donsku stjórnini og okkum sjálvum. Bólturin er hjá Óla Breckmann og ikki minst Anfinni Kallsberg.