Í gjár byrjaði valstríðið av álvara. Startskotið var fundur í Læraraskúlahøllini, sum fleiri skúlar í Havn høvdu tikið stig til. Har vóru umboð fyri allar flokkar. Í gjárkvøldið legði sjónvarpið so fyri við tí fyrstu av fýra evnissendingum. Útvarpið hevur eisini sínar føstu sendingar undan valinum. Harumframt kemur alt tað nógva tilfarið í bløðunum og so valfundir kring landið.
TAÐ er eingin ivi um, at hetta verður eitt sera spennandi val. Kanska serstakliga tí at her eru so mong stórmál, sum eru evni í valstríðnum - frá viðurskiftunum við Danmark til skipan av okkara egna samfelag.
SJÓNVARPIÐ legði í gjárkvøldið við eini sending um ríkisfelagsskapin. Eftir hetta koma tríggjar sendingar við hesum evnum: búskapurin, vinnumálini og mentanin.
VÆL vitandi, at tíðin er avmarkað til fyrireiking, tá val verður skrivað út í ótíð og tað óhepna í, at tveir av journalistunum hjá SVF eru valevni, so halda vit kortini, at tað er ein skeiv avgerð ikki at taka evnið almanna- og heilsumál í eini evnissending. Hetta er eitt tað málsøkið, sum kanska viðvíkur hvørjum einstøkum av okkum allarmest. Nakað, sum hvør einstakur er partur av frá vøggu til grøv. At hetta stóra málsøkið ikki verður viðgjørt í evnissending í SVF er stórt spell fyri ikki at siga ein ?skandala?. Sjónvarpið átti at lagt tvey av hinum evnunum saman ella tikið við eina fimtu sending. Vinnumál og búskaparmál kundu t.d. verið í eini og somu sending, um eingin møguleiki var fyri eini fimtu sending.
NETTUP almanna- og heilsumálini verða fyri so ómetaliga stórum broytingum nú vit fara inn í eina nýggja øld. Pensiónirnar eru eitt stórmál. Hvussu megna vit at gjalda eina rímuliga upphædd til tað støðugt vaksandi talið av eldri fólkum og hvør skal gjalda? Hvussu útbyggja vit okkaraheimahjálparaskipan,heimasjúkrasystraskipan, kommulæknaskipan osfr? Hvussu ætla vit, at sjúkrahúsverkið skal mennast? Hvat gera vit fyri at forða fyri tí læknatroti, sum tykist at gerast ein álvarslig hóttan í næstu framtíð. Hvussu skapar samfelagið brekaðum og øðrum, sum ikki eru fullfør, møguleikar fyri eini liviligari tilveru?
RÆTT er tað, at vinnan er tann mekanisman, sum skal fáa samfelagshjólini at mæla. Men so einfaldur er veruleikin heldur ikki. Tí eingin vinna var til vóru ikki nakrar aðrar mekanismur/umstøður eisini til steðar í samfelagnum. Tí ber ikki til at síggja so banalt uppá eitt samfelag at gera alt upp í framleiðslu og krónum og oyrum. Hvussu var stætt við vinnununi, um ikki tað fanst ein góð samferðsla? Eitt gott sjúkrahúsverk, ein góð almenn tænasta á øllum økjum, góður útbúgvingarstovnar osfr.?
VIT seta ikki henda spurningin, tí vit hervið vilja prioritera vinnuna lægri enn almennar tænastur. Vit vilja bert siga, at hesi tingini eru ófrávíkiliga tengd at hvørjum øðrum. Tey hava hvør sær eins stóran týdning og saman eru tey grundvøllurin undir okkara vælferðarsamfelag. Hvussu kann pápin ella mamman fara til arbeiðis í tí framleiðandi vinnulívinum um tað ikki fær síni børn ansað, síni sjúku foreldur á sjúkrahús ella røktarheim, síni børn í skúla osfr. At fyrigikla sær eitt vælvirkandi vinnulívssamfelag uttan ein hollan og vælmentan almennan sektor er burturvið.
TÍ hevur SVF eftir okkara tykki tikið eina fullkomiliga skeiva og misvísandi avgerð, tá evnið almanna- og heilsumál ikki er vigað nóg tungt til at vera eitt av evnunum í valstríðnum í sjónvarpinum.