Danmark snávaði móti Belarus men fekk hjálp frá Grikkalandi

Danmark megnaði bert javnleik móti undirtippaðu belarussarunum

Danmark hevði ein gyltan møguleika at nærum tryggja sær pláss í HM-endaspælinum í USA, Meksiko og Kanada.

 

Í HM-undanbólki C tapti Skotland 2-3 fyri Grikkalandi á útivølli. Hevði Danmark vunnið við einum máli á Belarus í Parkini í Keypmannahavn høvdu teir verið trý stig og átta mál frammanfyri Skotland undan bólkafinaluni á Hampden leikvøllinum í Glasgow. Men Danmark tók ikki av møguleikanum. Teir leiktu javnleik 2-2 móti Belarus, ið enntá var á odda 2-1.

 

Danska pressan og donsku viðhaldsfólkini kóka av vreiði um vánaliga avrikið, og tann gylta spilta møguleikan. Venjarin, Brian Riemer er komin í eitt satt ódnarveður. 

 

Við BBC sigur skotski venjarin, Steve Clarke, at hann bara takka Belarus fyri at hava hildið lív í skotsku vónunum at vinna bólkin, og harvið vinna seg beinleiðis til HM-endaspælið. 

 

Undan seinasta leikumfarinum hevur Danmark 11 stig, og Skotland hevur 10 stig. Danmark kann tí við javnleiki móti Skotlandi tryggja sær fyrsta plássið, men treytirnar høvdu verið munandi betri um Danmark hevði vunnið á Belarus. Grikkaland hevur seks stig á triðja plássinum, og Belarus er aftast við bert einum stigi. 

 

Í seinasta leikumfarinum týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Skotland-Danmark og Belarus-Grikkaland. 

 

Danmark-Belarus 2-2 (1-0)

1-0 Mikkel Damsgaard ('11 )

1-1 Valeri Gromyko ('62 )

1-2 Nikita Demchenko ('65 )

2-2 Gustav Isaksen ('79 )

 

Grikkaland-Skotland 3-2 (1-0)

1-0 Anastasios Bakasetas ('7 )

2-0 Konstantinos Karetsas ('57 )

3-0 Christos Tzolis ('63 )

3-1 Ben Doak ('65 )

3-2 Ryan Christie ('70 )