okkum í hvussu so er at enda á næstfremsta plássinum og harvið at vinna rættin til kvalifikatiónsdystir um eitt pláss í EM endaumfarinum í Portugal um tvey ár, hevur hann sagt við fjølmiðlar. Útsøgnin ber [...] av føroysku spælarunum, sum seinnapartin í dag í litaviska heystarkuldanum skulu royna seg í fyrsta EM undankappingardystinum á útivølli, eru ikki ókendir við fótbóltstjóðina, sum teir í dag skulu stríðast [...] veruleikan, at føroyska liðið hevur nógvar royndir. Samstundis er hugaligt at staðfesta, at tað eru fleiri spælarar við í Litava, sum ikki vóru landsliðsaktuellir fyri fýra árum síðani. Her verður hugsað
fer til fars, er tað, sum verður skorið burtur av fiskinum. Á Tavuni er eingin linja til blokkframleiðslu. Kári sigur, at nú tey arbeiða upsa, verður arbeitt við tveimum vaktum. Tann fyrra er til arbeiðis [...] hálvan oktober, sigur Kári. Polarhav og Stjørnan, sum burtur av hava landað til Tavuna, byrjaðu á gullaksinum einar tveir túrar fyrr enn Eysturbúgvin og Vesturbúgvin. Kári sigur, at meðan fiskurin hjá l [...] góð 2.000 tons. Kári sigur, at marknaðarlondini til gullaksafars í fyrsta lagi eru Noreg, Svøríki og Ongland. Ein lítil partur av framleiðsluni fer til Danmarkar. Meirvirka upsa Nú gullaksavertíðin er
týs- og mikudagin. Í mun til vikuskiftisútgávurnar, so var umrøðan av Føroyum millum lítil og eingin í mánadagsútgávunum. Talan var eisini bert um nøkur heilt fá fjølmiðlafólk til føroysku venjingarnar [...] nógv frammi, so hevði Bild enn ikki verið við, so tað mátti hann heldur geva sær stundir til. At svørini hjá John til spurningarnar ikki vóru heilt í samsvari við tað, sum stóð at lesa í blaðnum, er so ein [...] tað serliga kropsliga styrkin hjá álopinum, sum órógvaði okkara verju, og ivaleyst er hetta orsøkin til, at venjarin tykist rokna meira við stóra og sterka Carsten Jancker, heldur enn at nýta lítla og kvika
dagar, og tað gevur í øllum førum Berti Vogts og hansara monnum eitt sindur av luft, til boð aftur eru eftir Skotlandi í EM-undankappingini tann 29. mars, tá Ísland kemur á vitjan. Íslendingum líkaði ikki [...] nú teir týskvøldið aftur vunnu ein dyst, eftir fyrst leygardagin at hava bast Íslandi á útivølli í EM-undankappingini. Seinni sigurin kom í venjingardystinum í Edinburgh móti Kanada, har manningin hjá [...] Hirschfeld í kanadiska málinum, og so var 1-1. Í seinna hálvleiki legði Skotland bragdligari fyri og økti til 2-1 eftir bara fimm minuttum, tá Steven Thompson skoraði eftir fríspæling frá Callum Davidson. Og tá
Reglurnar siga, at tvey gul kort í EM undankapping bera leikbann í ein dag við sær. Tí verður neyðugt at umskipa verjuna, sum hevur verið tann sama í teimum trimum EM undankappingardystunum, sum higartil [...] TÝSKLAND?FØROYAR Tá fótbóltslandsliðið 7. juni komandi ár fer at spæla fjórða dystin í EM undankappingini, fara tveir av royndu monnunum at sita eftir í Føroyum. Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson sóu [...] fyri Pól Thorsteinsson ímóti Litava, meðan Hans Fróði Hansen enn ikki hevur verið á vøllinum í hesi EM undankappingini. Fýra aðrir føroyskir spælarar hava eitt kort á kontoini. Tað vil siga, at teir verða
Føroyska landsliðið verður mest sum hvørja ferð nevnt europeisku fótbóltsdvørgurin, og tað verður tikið til, hvussu væl føroyingar megnaðu at bjóða av við einføldum manngarði á egnari hálvu og kontraspæli. [...] deildin), helt venjarin hjá Bochum, Peter Neururer, sum fíltist á, at týska liðið ikki megnaði at gera fleiri enn tvey mál. ? Hóast okkara lið er á fjórða plássi á FIFA styrkislistanum, og Føroyar eru á 119 [...] ið spældu sum amatørar og ikki føroysku lærararnir, elektrikarararnir og húsasmiðirnir, varð tikið til í Bild, sum spyr, hvussu tað hevði verið vorðið í Týsklandi, um innskifti Hjalgrím Elttør sjey minuttir
Southampton, har Lundekvam vinnur til dagligt breyð, at hann eigur á at skjóta mál_ Norra stýrdi Ikki gingu meira enn tjúgu minuttir, so stóð John Arne Riise fyri tørni at økja til 2-0 eftir óbeinleiðis fríspark [...] Bosnia/Herzegovina ikki fekk eitt stórtap á Ullevål, tí fleiri ferðir hevði Tolja góðar og avgerandi bjargingar. Norra stýrdi dystinum trygt frá byrjan til enda, og bara ta einu ferðina var vandi á ferð í hinum [...] Misjavnt var, hvat grannar okkara fingu burtur úr fótbóltinum mikukvøldið. Meðan Føroyar stríddu seg til eitt serstakliga heiðurligt úrslit móti varaheimsmeistarunum úr Týsklandi, vóru eisini Norra, Finland
stórur. Tær høvdu so hotellið í eini tvey til trý ár, og sum 21 ára gamal keypti Jógvan helvtina av tí. Hann hevði gingið á kokkaskúla og verið nakrar túrar til skips og áhugin fyri matgerð var byrjaður [...] Countrybólkinum. Bussur koyrdi til og frá Viðareiði, og tað eydnaðist sera væl. Jógvan sigur, at tá komu fleiri eysturoyingar. Og eisini heilar fyritøkur aðrastaðni í landinum komu til tað jólaborðhaldið á Viðareiði [...] Hotellið skal ruddast og gerast kárt til at taka ímóti næstu gestunum, so Jógvan noyðist at fara til arbeiðis. Uttanfyri hevur sólin hug at koma fram, og kortini eru fleiri grá skýggj at hóma á luftini. Vit
Leygardagin fór U?19 landsliðið úr Vágum. Henda síðsta føroyska fótbóltsferðin í hesum árinum hevur EM undankappingina í Georgia sum mál. Fyrsti dysturin verður spældur seinnapartin í dag. Hann verður ímóti [...] lokala tíð. Eingin ivast í, at mótstøðan fer at vera ivaleysa stór í øllum dystunum. Og tað ber væl til at ímynda sær, at mótstøðuliðini fara at taka føroyska liðið í uppaftur størri álvara, eftir at a? [...] viku stóð fyri so góðum avriki á útivølli ímóti Týsklandi. Undan fráferðini vandi U?19 landsliðið fleiri ferðir. Jógvan Martin Olsen var í Litava og Týsklandi. Tí hevði hjálparvenjarin, Mathias Davidsen
russarnar, greiddi Rógvi Johansen frá. Eftir minniliga túrin á vetri í 1982, var Rógvi Johansen fleiri túrar við Sigurfarinum. Framsýningin frá dramatisku bjargingini hevur verið sýnd í hølunum Photo Av [...] messudrongur á fyrsta túrinum, og tí bað hann meg koma við sær eftir eplunum. Vit máttu gleiva upp um fleiri lík fyri at sleppa framat eplunum. Heiðrað Á Norðoyastevnu í 1982 legði Sigurfarið at bryggju í Klaksvík [...] heiðursbræv. Seinni kom heiðursbræv frá russisku sendistovuni í Danmark. Heiðursbrævið og heiðursmerki til hvønn einstakan kom frá ovastu sovjettini. At uppliva ein slíkan lagnutúr seytjan ára gamal, festir