Norra fingið vind í seglini

Eftir eina serstakliga veika HM-undankapping hevur Norra nú lagt seg á odda í sínum bólki, har Danmark hevði frí mikukvøldið. Finland tapti sín heimadyst móti Jugoslavia, og í venjingardysti misti Svøríki 2-0 leiðslu og tapti móti Portugal

Fótbóltsgrannar

Misjavnt var, hvat grannar okkara fingu burtur úr fótbóltinum mikukvøldið. Meðan Føroyar stríddu seg til eitt serstakliga heiðurligt úrslit móti varaheimsmeistarunum úr Týsklandi, vóru eisini Norra, Finland og Svøríki í dysti.
Serliga norðmenn eru í góðum hýri, tí teir á Ullevål í Oslo vunnu ein fult uppibornan 2-0 sigur á Bosnia/Herzegovina, ið ikki hevið tað stóra at borðreiða við, tí Norra sat á dystinum frá byrjan til enda.
Longu í sætta minutti kundi Claus Lundekvam leggja Norra á odda. Liverpool-spælarin John Arne Riise sendi hornaspark innfyri, og har var Henning Berg hæsti maður og skallaði móti málinum. Har var Lundekvam á blettinum og mest við búkinum fekk hann koyrt bóltin í málið til 1-0.
Hetta var fyrsta landsliðsmálið hjá Claus Lundekvam nakrantíð, og samstundis mál nummar túsund hjá norska landsliðnum gjøgnum allar tíðir. Nú er tað so bara í Southampton, har Lundekvam vinnur til dagligt breyð, at hann eigur á at skjóta mál_

Norra stýrdi
Ikki gingu meira enn tjúgu minuttir, so stóð John Arne Riise fyri tørni at økja til 2-0 eftir óbeinleiðis fríspark. Ole Gunnar Solskjær nart við bóltin, og so dundraði Riise til úr 20 metrum, uttan at bosniski málverjin Almir Tolja kundi gera nakað sum helst við bóltin.
Annars var tað ikki minst málverjanum fyri at takka, at Bosnia/Herzegovina ikki fekk eitt stórtap á Ullevål, tí fleiri ferðir hevði Tolja góðar og avgerandi bjargingar.
Norra stýrdi dystinum trygt frá byrjan til enda, og bara ta einu ferðina var vandi á ferð í hinum endanum, men Frode Olsen í norska málinum fekk við einari fótparadu steðgað royndini frá Elvir Baljic trettan minuttir fyri tíð.
Við sigrinum kunnu norðmenn staðfesta, at tað gongur sum eftir ánni hjá teimum, tí eftir tríggjar dystir eru teir við sjey stigum á odda í bólki 2 ? eitt stig framman fyri Rumenia og trý stig framman fyri Danmark, sum hevði frí mikukvøldið.
Í hinum dystinum í hesum bólkinum máttu Allan Simonsen og hansara menn á heimavølli í Luksemburg leggja rygg til stórtap móti Rumenia, sum vann 7-0 í einum dysti, sum fyri tað mesta var spæl upp á eitt mál_

Fáligir finnar
Ein góð byrjan gjørdist ikki nóg mikið hjá Finlandi, sum á útivølli í Beograd skuldi royna seg móti Jugoslavia. Tá avtornaði, vunnu jugoslavar 2-0, og finnar kunnu við trimum stigum í trimum dystum neyvan vænta sær nakað EM-endaspæl hesa ferð heldur.
Finnarnir kom annars betur frá byrjan enn vertirnir, og tað eydnaðist í løtum at trýsta Jugoslavia langt aftur á vøllin. Fyrsta hálva tíman átti Finland málkjansirnar, og hornasparkshagtølini søgdu 8-1.
Men í seinna hálvleiki kom vend í, og tá ellivu minuttir vóru farnir, fekk Jugoslavia fyrra málið. Sinisa Mihajlovic royndi seg við frísparki, sum endaði í finska verjumúrinum, men so var Darko Kovacevic á blettinum og setti bóltin í málið.
Og tá so Jugoslavia fekk brotsspark seks minuttir fyri tíð, var liðugt. Juha Reini rakti Mladen Krstajic við alboganum í brotsteignum og fekk reyða kortið, og í næstu løtuni kundi Sinisa Mihajlovic trygt senda brotssparkið fram við finska málverjanum Antti Niemi.

Svøríki misti alt
Svøríki, sum er í bólki saman við Lettlandi, Polandi, Ungarn og San Marino, hevði frí mikukvøldið, men spældi kortini ein venjingardyst móti Portugal á Nya Ullevi í Göteborg.
Ikki kann sigast annað, enn at Svøríki legði bragdliga fyri, tí eftir bara 25 minuttir var støðan longu 2-0 móti komandi EM-vertunum. Longu í sjeynda minutti legði liðfelagin hjá Toda Jónsson í FCK, Jörgen Pettersson, svenska landsliðið á odda, og í 25. minutti økti Marcus Allbäck.
Svøríki royndi seg við einari 3-5-2 uppstilling, fyri at fáa meira álopsspæl, men tað riggaði altso ikki meira enn fyrsta hálva tíman, tí so vendi dysturin. Tíggju minuttir fyri hálvleik syrgdi Sergio Conceição fyri at minka um munin, og bara átta minuttir inni í seinna hálvleiki javnaði Romeu Almeida til 2-2.
Nú var tað Portugal, sum stóð fyri undirhaldinum, og svenska verjan varð trýst í botn. Sum fráleið kom Svøríki betur við, men megnaði kortini ikki at forða fyri, at gestirnir vunnu dystin 3-2. Síðsta málið skoraði Rui Costa átta minuttir fyri tíð við einum langskoti.