Framsýning í Oslo av føroyskari bjarging

Myndir frá dramatisku bjargingini av russisku manningini umborð á Mekanikk Tarasov í 1982, tá skiparin sýtti fyri hjálp, eru at síggja í Oslo í hesum døgum

Í sambandi við, at ljóskastarin er settur á Ísland, Grønland og Føroyar í Oslo í heyst, sýnir vágbingurin Rógvi Johansen, sum er undir útbúgving sum myndamaður í Århus, fram myndir frá lívinum sum fiskimaður á føroyskum línubáti á Flemisch Cap við Foundland. Framsýningin, sum er á Galleri IS Kunst í Leirfallsgata í Oslo, er býtt sundur í tvey. Ein partur av framsýningini vísir lívið umborð á Sigurfarinum, meðan hin parturin er myndir frá dramatisku bjargingini av manningini umborð á sovjettiska bingjuskipinum Mekanikk Tarasov. Sovjettiska skipið kom í havsneyð eina ódnarnátt í februar í 1982. Kapteinurin á bingjuskipinum sýtti fyri at taka ímóti hjálp frá øðrum enn sínum egnu, og fór tí á botn saman við skipinum. Restin av manningini leyp á bláman. Sigurfarið bjargaði 24 monnum, harav bert fimm yvirlivdu. Trettan menn komu ikki afturíaftur.
Sovjettiska hjálpin kom meiri enn eitt døgn ov seint. Tá var manningin umborð á Sigurfarinum í ferð við at føra tey, sum yvirlivdu og deyðu starvsfelagar teirra, umborð á eitt kanadiskt sjóverjuskip. Rógvi Johansen, sum tá bert var 17 ára gamal, greiddi soleiðis frá í Sosialinum í februar í ár.
- Teir, sum yvirlivdu, høvdu tað jú heilt ræðuligt. Vóru ræðuliga kaldir og skelkaðir. Vit gjørdu alt fyri at fáa lív í teir aftur, fingu teir í turr klæðir, gníggjaðu hita í teir og góvu teimum heita súpan. Tað hevur jú verið ræðuligt hjá teimum at sæð vinir og starvsfelagar liggja lík alla staðni, men vit royndu at spara teir fyri tað, og máttu tí goyma líkini ymsa staðni. Minnist eina ferðina messudrongurin skuldi eftir eplum har frammi í skipinum. Eg hevði verið messudrongur á fyrsta túrinum, og tí bað hann meg koma við sær eftir eplunum. Vit máttu gleiva upp um fleiri lík fyri at sleppa framat eplunum.

Heiðrað
Á Norðoyastevnu í 1982 legði Sigurfarið at bryggju í Klaksvík. Á kajini var stúgvandi fult av fólki, hornorkestrið spældi og røður vórðu hildnar. Frá Klaksvíkar kommunu fekk manningin heiðursbræv. Seinni kom heiðursbræv frá russisku sendistovuni í Danmark. Heiðursbrævið og heiðursmerki til hvønn einstakan kom frá ovastu sovjettini.
At uppliva ein slíkan lagnutúr seytjan ára gamal, festir seg fast og varandi í minnið.
- Tað var ein ógvuliga óhugnaligur og ræðuligur túrur fyri okkum umborð á Sigurfarinum, men nógv ræðuligari fyri russarnar, greiddi Rógvi Johansen frá.
Eftir minniliga túrin á vetri í 1982, var Rógvi Johansen fleiri túrar við Sigurfarinum.
Framsýningin frá dramatisku bjargingini hevur verið sýnd í hølunum Photo Av í Viby í Århus í februar.