Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í Fredrikstad liggja trygt í ongamannalandi í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Við 36 stigum á sætta plássinum hevur Fredrikstad 12 stig upp til fjórða plássið, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi summar. Samstundis hevur Fredrikstad 11 stig niður til triðaftasta plássið nú bert fýra umfør eru eftir at leika.
Í dag leikti Fredrikstad málleysan javnleik á útivølli móti Sandefjord. Jóannes var á vøllinum teir seinastu 20 minuttirnar.
Komandi sunnudag klokkan 16 tekur Fredrikstad móti felagnum hjá Aroni Benjaminsen, Kristiansund á leikvøllinum í Fredrikstad. Enn hevur tann blaðungi Aron ikki fingið debut í bestu norsku fótbóltsdeildini.










