Løgreglan steðgaði teimum tí fyri at kanna, hvat var í sekkinum. Hetta var stutt fyri klokkan 3 í nátt. Tað vísti seg, at sekkurin var fullur an víni og sjampanju.
Dreingirnir søgdu løgreluni, at teir høvdu verið inni í matstovuni Ostaklokkuni í Bringnsagøtu. Hurðin var eftir øllum at døma opin, men eingin var inni, og hesum gjørdu dreingirnir sær dælt av.
Av tí at allir dreingirnir eru undir 15 ár varð tosað við foreldrini. Men teir eru so allir skuldsettir fyri stuldur.










