Skotland vann aftur

Hóast ringa byrjan í venjingardystinum móti Kanada týskvøldið, kom Skotland fyri seg og vann ein tryggan 3-1 sigur

Ikki kann sigast annað, enn at skotar eftir fáum døgum hava vent sínari lagnu, nú teir týskvøldið aftur vunnu ein dyst, eftir fyrst leygardagin at hava bast Íslandi á útivølli í EM-undankappingini.
Seinni sigurin kom í venjingardystinum í Edinburgh móti Kanada, har manningin hjá Berti Vogts vann 3-1. Í hálvleikinum stóð á jøvnum, 1-1.
Tað var annars Kanada, sum fekk betru byrjanina, tá Russel Anderson longu í níggjunda minutti gjørdi brotsspark móti Dwayne De Rosario, ið sjálvur setti bóltin í kassan frá brotssparksblettinum og legði Kanada á odda 1-0.
Skelkurin var tó skjótt yvirvunnin, tí bara tveir minuttir seinni eydnaðist Scot Gemmil at spæla Stephen Crawford leysan, tá rangstøðufellan hjá Kanada miseydnaðist. Komin móti málinum, sendi hann bóltin fram við Lars Hirschfeld í kanadiska málinum, og so var 1-1.
Í seinna hálvleiki legði Skotland bragdligari fyri og økti til 2-1 eftir bara fimm minuttum, tá Steven Thompson skoraði eftir fríspæling frá Callum Davidson. Og tá eitt korter var eftir, var tað aftur Stephen Crawford, sum var upp á spæl og staðfesti trygga 3-1 sigurin hjá skotum.
Hóast sigurin var tryggur, verður funnist at skotsku verjuni, ið als ikki vísti nóg stóran tryggleika, og fleiri ferðir vóru skotarnir um ein háls av teimum kviku kanadisku framherjunum.
Hvussu er og ikki, so stendur eftir, at Skotland nú hevur vunnið tveir landsdystir á rað innan fyri bara fýra dagar, og tað gevur í øllum førum Berti Vogts og hansara monnum eitt sindur av luft, til boð aftur eru eftir Skotlandi í EM-undankappingini tann 29. mars, tá Ísland kemur á vitjan.
Íslendingum líkaði ikki væl at tapa 2-0 móti Skotlandi á heimavølli, og sum skilst var íslendska spælið júst leygardagin so vánaligt, sum tað ikki hevur verið leingi. So helst skal Vogts fyrireika seg væl, skal hann framvegis ríða á bylgjuni eftir tann dystin.