Óli og Pól ikki við til Íslands

Gulu kortini mikukvøldið hava við sær, at teir báðir verjuspælararnir verða leikbannaðir, tá Føroyar 7. juni skulu spæla í Reykjavík

TÝSKLAND?FØROYAR

Tá fótbóltslandsliðið 7. juni komandi ár fer at spæla fjórða dystin í EM undankappingini, fara tveir av royndu monnunum at sita eftir í Føroyum. Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson sóu mikukvøldið gult í ávikavíst 1. og 74. minutti. Felags fyri teir báðar var, at teir eisini sóu gult leygardagin. Tá Føroyar taptu 2?0 í Litava, fekk Óli Johannesen gula kortið í 47. minutti, og tveir minuttir seinni helt jugoslaviski dómarin, sum avgjørt ikki var vinarligur ímóti føroyska liðnum, ostaflísini fyri næsunum á Pól Thorsteinsson.
Reglurnar siga, at tvey gul kort í EM undankapping bera leikbann í ein dag við sær. Tí verður neyðugt at umskipa verjuna, sum hevur verið tann sama í teimum trimum EM undankappingardystunum, sum higartil eru spældir. Eykamenn í verjuni hava tær tríggjar ferðirnar í heyst verið Jóhannis Joensen og Hans Fróði Hansen. Jóhannis spældi eina løtu fyri Pól Thorsteinsson ímóti Litava, meðan Hans Fróði Hansen enn ikki hevur verið á vøllinum í hesi EM undankappingini.
Fýra aðrir føroyskir spælarar hava eitt kort á kontoini. Tað vil siga, at teir verða leikbannaðir, um teir eina ferð afturat síggja gult í hesi kappingini. Talan er um Jákup á Borg og Jens Martin Knudsen, sum sóu gult ímóti Skotlandi á Svangaskarði, og Fróða Benjaminsen og Andrew av Fløtum, sum fingu gula kortið í Litava.
Tá tað ræður um kortini, hava føroyingar ikki so nógv at knarra um. Á landsliðsferðini hesa seinastu stóru vikuna hevði einki forgjørt verið í tí, um føroysku spælararnir høvdu fingið fleiri kort. Andrew av Fløtum slapp væl, tá hann ? eftir at lítla løtu frammanundan hevði fingið gula kortið ? royndi at stúta bóltin úr hondunum á litaviska málverjanum. Tá kundi hann havt fingið gult kort og harvið eisini reytt.
Óli Johannesen smíltist og gav vinarliga ísraelska dómaranum eitt herðaklapp, tá dysturin mikukvøldið var liðugur. Tað var væl skiljandi. Nógvir dómarar høvdu tikið reyða kortið úr lummanum, um teir høvdu verið vitni til tað, sum bar týska brotssparkið við sær, og tá Óli eina ferð úti í høgra borði togaði ein av mótstøðumonnunum í armin, slapp hann væl, tá dómarin bara bríkslaði fyri frísparki og ikki fór í lumman.