Mynd: Federico Parra/AFP/Ritzau Scanpix

Talið av deyðum í Venezuela er komið upp á 1430

Talið á teimum, sum hava latið lív eftir tveimum ógvusligum jarðskjálvtum í Venezuela fyrr í vikuni, er nú komið upp á 1430.

Mynd: Federico Parra/AFP/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir formaðurin í tjóðartinginum, Jorge Rodriguez, í kvøld sambært Reuters.

Sambært fyribils uppgerðunum eru 3.238 fólk særd í vanlukkuni, og 3142 hava mist heim sítt orsakað av jarðskjálvtunum.

Fyrr leygardagin var almenna deyðatalið 920.

Teir báðir jarðskjálvtarnir raktu landið náttina til hósdag føroyska tíð og máldu ávikavist 7,2 og 7,5 á Richterskalanum.

Hetta eru harvið teir sterkastu jarðskjálvtarnir, sum hava rakt Venezuela síðani 29. oktober í 1900.

Amerikanski jarðfrøðiligi stovnurin USGS metti longu hósnáttina, at millum 10.000 og 100.000 fólk kundu hava latið lív í vanlukkuni.

 

/Reuters/AFP

 

 

Mynd: Federico Parra/AFP/Ritzau Scanpix