Gullaksavertíðin er av á hesum sinni

Á Tavuni í Leirvík , sum fekk 1200 tons minni av gullaksi í ár enn í fjør, virka tey nú upsa til portiónir.

Fiskivinna

Tey fýra skipini, sum hava fiskað gullaks í ár, Stjørnan og Polarhav og Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, eru givin við fiskiskapinum á hesum sinni.
Sum skilst, hevur fiskiskapurin hjá bátunum verið á leið tann sami, sum undanfarin ár.
Tað var áTavuni í Leirvík, at gullaksaævintýrið veruliga byrjaði, men í ár hava trý virki keypt gullaks frá skipunum. Umframt Tavuna, eru tey Fiskavirking í Miðvági og Kollafjord Pelagic. Í Miðvági hevur framleiðslan verið hin sama sum á Tavuni, nevniliga fars, men í Kollafirði er fiskurin vorðin heilfrystur.

Færri tons
Kári Egholm Jacobsen, virkisleiðari á Tavuni, sigur, at virkið hevur keypt 6.000 tons av gullaksi í ár. Tað eru góð 1200 tons færri enn seinasta ár.
- Eg trúgvi, at skipini hava fiskað nøkulunda tað sama í ár sum í fjør, men tey góvust nakað fyrr.
Hann sigur, at tey byrjaðu at arbeiða gullaks á Tavuni, 30. apríl í ár, og 25. september hevði virkið seinastu landingina.
- Í fjør arbeiddu vit gullaks út um hálvan oktober, sigur Kári.
Polarhav og Stjørnan, sum burtur av hava landað til Tavuna, byrjaðu á gullaksinum einar tveir túrar fyrr enn Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.
Kári sigur, at meðan fiskurin hjá leirvíksbátunum verður ísaður í kørum, verða hann køldur í tangum umborð á hinum báðum bátunum.

"Køkan" minni
Spurdur, hvat hann heldur um kappingina um gullaksin, nú tríggir keyparar hava verið í vertíðini , sigur virkisleiðarin, at hetta hevur verið ein avbjóðing fyri Tavuna.
- Her ræður um at vera við í kappingini um fiskin, men tað er greitt, at tá ið bátatalið er avmarkað til fýra, verður "køkan" at býta minni, hóast samlaða veiðinøgdin er hin sama, sigur hann.
Sum skilst, er nøgdirnar, sum lagdar eru upp í Kollafirði, ikki tær heilt stóru, men í Miðvági hevur virkið keypt góð 2.000 tons.
Kári sigur, at marknaðarlondini til gullaksafars í fyrsta lagi eru Noreg, Svøríki og Ongland. Ein lítil partur av framleiðsluni fer til Danmarkar.

Meirvirka upsa
Nú gullaksavertíðin er av á hesum sinni, eru tey eins og undanfarin ár farin at keypa og arbeiða upsa áTavuni.
- Vit gera bara lidnar upsaportiónir. Tað einasta, sum fer til fars, er tað, sum verður skorið burtur av fiskinum. Á Tavuni er eingin linja til blokkframleiðslu.
Kári sigur, at nú tey arbeiða upsa, verður arbeitt við tveimum vaktum. Tann fyrra er til arbeiðis frá kl. 8-16 og tann seinna frá kl. 16 til midnátt. 30-35 fólk eru á hvørji vaktini. Á gullaksinum vóru 17 fólk á hvørjari vakt, men her arbeiða tey vanliga við trimum vaktum, tá ið nógv er at gera.
Í Sosialinum í gjár, segði virkisleiðarin, at Tavuni vantar 16 góðar reinskerarar. So, er onkur, sum dugir at arbeiða fisk og einki hevur at takast við, er bara at venda sær til virkið í Leirvík.
Kári Egholm Jacobsen segði eisini, at fær virkið ikki fleiri reinskerarar, kann tað gerast neyðugt at gevast við tí eini vaktini.