Týskarar hugsa um Ballack

Stóru boðini í týsku bløðunum tykjast vera, at Michael Ballack er komin seg eftir krímið, men nakað er framvegis at hoyra um Føroyar og føroyskan fótbólt

HANNOVER: Tað tykist, sum um týsku fjølmiðlarnir royndu at spara eitt sindur upp á krútið fyrrapartin av vikuni, nú landsliðið skal royna seg móti Føroyum.
Í øllum førum hevur umrøðan av komandi dystinum fingið nógv minni pláss í mánadagsútgávunum, enn hon hevði í eitt nú vikuskiftisútgávunum. Allarhelst er eisini bert talan um eina løtu, har miðlarnir skulu hvíla seg, fyri síðani at seta meira ferð á bæði týs- og mikudagin.
Í mun til vikuskiftisútgávurnar, so var umrøðan av Føroyum millum lítil og eingin í mánadagsútgávunum. Talan var eisini bert um nøkur heilt fá fjølmiðlafólk til føroysku venjingarnar mánamorgunin, og tann umrøðan, sum var í miðlunum, snúi seg eisini at kalla bert um týska liðið.
Her var størsti boðskapurin, at stóra stjørnan á liðnum, Michael Ballack, er tøkur aftur, eftir at hann lá sjúkur við krími, tá týskarar spældu vinardyst móti Bosnia-Hersegovina.

Hevur gjørt heimaarbeiðið
Einasta blaðið, sum tóktist fara eitt sindur djúpari í sínari viðgerð av dystinum, var Bild, sum longu nú hevur gitt, hvussu týska liðið fer at síggja út. Og tað er ikki hissini fólk, sum Rudi Völler sambært blaðnum ætlar at senda á vøllin.
Í eini 4-4-2 uppstilling fer liðið at síggja soleiðis út: Oliver Kahn ? Marco Rehmer, Christian Wörns, Carsten Ramelow, Torsten Frings ? Bernd Schneider, Michael Ballack, Dieter Hamann, Jens Jeremies ? Miroslav Klose, Carsten Jancker.
Tað er í hesum sambandi vert at bíta merki í, at Rudi Völler eftir øllum at døma hevur hugt eftir, hvørjar trupulleikar føroyingar høvdu av dystinum í Litava. Har var tað serliga kropsliga styrkin hjá álopinum, sum órógvaði okkara verju, og ivaleyst er hetta orsøkin til, at venjarin tykist rokna meira við stóra og sterka Carsten Jancker, heldur enn at nýta lítla og kvika Oliver Neuville við síðuna av Miroslav Klose.
Og at Völler hevur gjørt heimaarbeiðið kom eisini til sjóndar, tá hann á fyrsta tíðindafundinum mánadagin varð spurdur, hvørt hann hevði biðið um nøkur ráð frá fyrrverandi landsliðsvenjara sínum. Hesin er nevnliga Berti Vogts, sum nú hevur ábyrgdina av skotska liðnum.
- Nei, eg havi ikki tørv á nøkrum ráðum frá Vogts. Vit vita alt tað, sum vit skulu vita um føroyska liðið, og tað er nóg mikið hjá mær.

Øll skriva um føroyska liðið
Var lítið gjørt burturúr í mánadagsútgávunum, so var støðan eitt sindur øðrvísi um vikuskiftið. Mestsum øll tey týsku bløðini høvdu tá greinar um føroyska liðið, og serliga var áhugin fyri John Petersen stórur, eftir at hann hálvgum søkti skotsku skútuna. Sostatt helt John fyri, tá Bild umvegis Sosialin undir einum av venjingunum í Litava vildi frætta, hvat hann helt um Týsklands-dystin, at hóast hann hevði verið nógv frammi, so hevði Bild enn ikki verið við, so tað mátti hann heldur geva sær stundir til.
At svørini hjá John til spurningarnar ikki vóru heilt í samsvari við tað, sum stóð at lesa í blaðnum, er so ein onnur søga, men hetta sigur kanska eisini nakað um, hvussu høgt bløðini vilja spenna bogan í royndunum at fáa bestu yvirskriftirnar.
Millum fleiri aðrar áhugaverdar greinar um Føroyar, føroyskan fótbólt og føroyskar fótbóltsleikarar, var eisini ein heil síða í stóra ítróttarblaðnum, Bild Sport. Her høvdu útsendingar hjá blaðnum hitt Henrik Larsen, John Petersen, Jens Martin Knudsen og Jákup á Borg sum umboð fyri føroyska liðið, og so eisini Tønnis Wardum, sum føroyskan fótbóltsáskoðara.

Henrik hevur vunnið
Flestu spurningarnir, sum settir vórðu, vóru av slíkum slag, sum eru meira upplýsandi fyri týska lesaran, enn teir eru fyri føroyingin, men mitt í øllum hesum var tó ein lítil viðmerking, sum enn ikki hevur verið frammi.
Henrik Larsen hevur meira enn eina ferð vunnið á Rudi Völler, tá teir báðir hava dystast. Í EM-finaluni í 1992 var Larsen sjálvandi á danska liðnum, sum basti Týsklandi, og tá teir báðir núverandi landsliðsvenjararnir spældu fótbólt í Italia, eydnaðist eisini okkara manni at basa teirra. Henrik Larsen spældi tá við Pisa, men hóast hetta var at meta sum eitt av veikaru liðunum í seriu A, so eydnaðist teimum at vinna 2-0 á útivølli móti stórfelagnum, Roma, har Völler var partur av einum stjørnusettum liðið. So Henrik hóast hann í báðum førum varð mettur at vera við undirlutan, so hevur tað altso eydnast Henrik Larsen at basa týska stórveldisharranum, og so er spurningurin, hvørt hetta letur seg gera aftur mikudagin.