Nógvir vóru við síðsta túr

Mótstøðan verður ikki minni hesa ferð frá Litava, sum í hvussu so er ætlar sær í kvalifikatiónsumfarið at spæla um pláss í EM endaspælinum

Nógvir av føroysku spælarunum, sum seinnapartin í dag í litaviska heystarkuldanum skulu royna seg í fyrsta EM undankappingardystinum á útivølli, eru ikki ókendir við fótbóltstjóðina, sum teir í dag skulu stríðast ímóti.
Føroyska landsliðið hevur tvær ferðir áður spælt ímóti Litava. Fyrri dysturin var í litaviska høvuðsstaðnumVilnius leygardagin 10. oktober í 1998 ella í fyrradagin fyri fýra árum síðani. Seinni dysturin var á Tórsvølli mikudagin 8. september í 1999. Fyrri dysturin endaði málleysur, meðan Litava vann 1?0 í Føroyum.
Føroyska liðið í Litava fyri fýra árum síðani sá soleiðis út: Jákup Mikkelsen ? Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen ? Pól Thorsteinsson, Sámal Joensen, John Petersen, Julian Johnsson, Henning Jarnskor ? Uni Arge (Jákup á Borg, 87.), Todi Jónsson.
Á beinkinum alla tíðina sótu Jens Martin Knudsen, Jan C. Dam, Jan Joensen, Jóhannis Joensen, Símun Eliasen og John Hansen.
Átta av teimum tólv, sum vóru kroystir í botn á vøllinum, men kortini megnaðu at halda tørn, eru aftur hesa ferð í Litava, og tað eru eisini tveir av teimum, sum ta ferðina vóru eykamenn. Øssur Hansen var ikki við fyri fýra árum síðani, tí hann var skaddur.
At so nógvir framvegis eru á liðnum, eftir at so long tíð er fráliðini, undirstrikar veruleikan, at føroyska liðið hevur nógvar royndir. Samstundis er hugaligt at staðfesta, at tað eru fleiri spælarar við í Litava, sum ikki vóru landsliðsaktuellir fyri fýra árum síðani. Her verður hugsað um Jón Róa Jacobsen, Fróða Benjaminsen, Rógva Jacobsen, Andrew av Fløtum, Helga L. Petersen, Hjalgrím Elttør og Christian Høgna Jacobsen.
Sum omanfyri nevnt, so var føroyska liðið undir stórum trýsti í Vilnius fyri fýra árum síðani. Ágangurin á málið hjá Jákupi Mikkelsen var størri, enn hann kanska nakrantíð hevur verið fyri ella síðani. Teir høvdu møguleikar, men teir fingu ikki mál, m. a. tí málverjin var sera raskur hetta kvøldið.
Í 2. hálvleiki vóru litavar ótolnir, teir sleptu í verjupartinum, og tað hevði við sær, at bæði Uni Arge og Todi Jónsson høvdu møguleikar at gera mál. Um tað í dag fer at eydnast at halda tætt fyrra umfarið, so er einki at ivast í, at álopsspælararnir á føroyska liðnum fara at fáa møguleikar.

Droyma søtar dreymar
Litaviski landsliðsvenjarin, Benjaminas Zelkevicius, fjalir ikki, at hann og hansara menn ætla sær at vera annað enn kanónføði í undankappingini.
? Vit ætla okkum í hvussu so er at enda á næstfremsta plássinum og harvið at vinna rættin til kvalifikatiónsdystir um eitt pláss í EM endaumfarinum í Portugal um tvey ár, hevur hann sagt við fjølmiðlar.
Útsøgnin ber boð um, at Litava miðjar eftir plássinum undir Týskalandi. Litavar taptu í fyrsta undankappingarumfarinum 2?0 á heimavølli ímóti Týskalandi, og undan tí dystinum taptu teir vinardyst á heimavølli 4?2 ímóti Ísrael, sum hevur ment seg til eina av miðal sterku fótbóltstjóðunum í Europa (í fótbóltshøpi verður Ísrael altíð bólkað við europeisku tjóðunum). Men hesa ferð ætlar Litava sær at enda frammanfyri Skotland og Ísland, sum Litava skal spæla ímóti á útivølli mikudagin í næstu viku.
? Skal ætlanin eydnast, so skulu vit vinna fýra stig í hesum báðum dystunum, sigur venjarin, og so kunnu vit leggja tvey og tvey saman. Litavar rokna við trimum stigum ímóti Føroyum, og so rokna teir við ella vóna teir at megna javnleik í Reykjavík.
Litava var á FIFA listanum, sum varð kunngjørdur seinnapartin av september, styrkismett sum nummar 101 í heiminum, meðan Føroyar vóru á 119. plássinum.

Útisetar
Meðan føroyska liðið hesa ferð mest sum bara er mannað við spælarum, sum fyri viku síðani fóru í vetrarfrí frá føroysku kappingini ? undantøkini eru Jákup Mikkelsen og Christian Høgni Jacobsen ? so eru nógv teir flestu litavisku spælararnir úr útlendskum feløgum.
Nógvir eru úr russiskum feløgum. Talan er ikki um fremstu feløgini í Russlandi, men kortini má tað metast sum styrki, at litavisku landsliðsspælararnir umboða feløg úr størri og kendari fótbóltstjóð enn Litava.
Best kendi litaviski fótbóltsspælarin í løtuni er álopsspælarin Jan Kauskas. Hann umboðar kenda portugisiska felagið Benfica, men hann er ikki tøkur ímóti Føroyum, tí hann er skaddur.
Ein av litavisku landsliðsspælarunum vinnur til dagligt breyð ? og ivaleyst reiðiliga tað! ? í Danmark. Tað er verjuspælarin Auri Skarbalius, sum hevur verið eina tíð í Brøndby, og sum er vorðin sera væl umtóktur og ein av stuðulsspælarunum, síðani Michael Laudrup gjørdist venjari.
Eftir at føroyingar fyri fýra árum síðani høvdu verið í Vilnius, og eftir at Litava fyri trimum árum síðani hevði spælt í Føroyum, rann saman millum FS Vágar og landsliðsvenjaran, sum tá var hjá Litava. Hann eitur Kestutis Latosa, og hann var í Vágum í 2000 og aftur í 2001, tá hann varð sendur til hús í summarsteðginum.