Hanus nýggjur á U?19 landsliðnum

Fyrsti dysturin í EM undankappingini í Georgia verður ímóti Ukreina seinnapartin í dag

U?19 LANDSLIÐIÐ

Leygardagin fór U?19 landsliðið úr Vágum. Henda síðsta føroyska fótbóltsferðin í hesum árinum hevur EM undankappingina í Georgia sum mál.
Fyrsti dysturin verður spældur seinnapartin í dag. Hann verður ímóti Ukreina. Hósdagin er mótstøðuliðið Belgia, og leygardagin skulu Føroyar spæla ímóti Georgia. Allir dystirnir verða spældir klokkan 16 lokala tíð.
Eingin ivast í, at mótstøðan fer at vera ivaleysa stór í øllum dystunum. Og tað ber væl til at ímynda sær, at mótstøðuliðini fara at taka føroyska liðið í uppaftur størri álvara, eftir at a?landsliðið mikukvøldið í síðstu viku stóð fyri so góðum avriki á útivølli ímóti Týsklandi.
Undan fráferðini vandi U?19 landsliðið fleiri ferðir. Jógvan Martin Olsen var í Litava og Týsklandi. Tí hevði hjálparvenjarin, Mathias Davidsen, ábyrgdina av venjingunum.
Andy Olsen úr NSÍ var noyddur at geva avboð. Í hansara stað varð Hanus Eliasen úr ÍF úttikin. Hann hevur alt kappingarárið verið fastur maður á miðvøllinum hjá ÍF í 2. deild. Í síðsta umfarinum, tá ÍF á heimavølli vann 1?0 ímóti FS Vágum, var Hanus Eliasen ímillum teir mest eyðsýndu.
Sum vit áður hava nevnt, so kom tað illa við, at liðformaðurin á føroyska liðnum, Ingi Højsted, sum spælir í Arsenal, var noyddur at geva avboð, tí hann ikki var komin nóg væl fyri seg eftir skaða. Men kortini verður mett, at føroyska liðið er væl mannað.
Teir, sum hesa vikuna eru í Georgia, eru hesir: Gunnar Nielsen, Frem, Poul Eli Bærentsen, TB, Eli Thorsteinsson, HB, Áki Petersen, Skála, Rasmus Nolsøe, Brøndby IF, Rani D. Christiansen, HB, Marni Djurhuus, EB/Streymur, Jann Ingi Petersen, B68, Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur, Bergur Midjord, B36, Símun Samuelsen, VB, Hanus Eliasen, ÍF, Hanus Thorleifsson, Skála, Bárður Danielsen, Skála, Rókur Jespersen, Brøndby IF, Bjarni Jørgensen, HB, og Magnus Skoralíð, GÍ.