Týska pressan hugtikin

Hóast teir ikki eru nøgdir við avrikið hjá sínum egnu, so er úrlatingin ikki so ógvuslig, sum tað kundi roknast við

TÝSKLAND?FØROYAR

Føroyar og føroyingar áttu eisini í gjár stóra rúmd í týsku fjølmiðlunum, sum í umrøðunum av Føroyum og føroyska landsliðnum alla tíðina hava verið sera saklig og fólkalig. Føroyska landsliðið verður mest sum hvørja ferð nevnt europeisku fótbóltsdvørgurin, og tað verður tikið til, hvussu væl føroyingar megnaðu at bjóða av við einføldum manngarði á egnari hálvu og kontraspæli.
? Føroysku spælararnir høvdu ikki hægri støði enn teir hava, sum eru í regionalliguni (næstbesta týska deildin), helt venjarin hjá Bochum, Peter Neururer, sum fíltist á, at týska liðið ikki megnaði at gera fleiri enn tvey mál.
? Hóast okkara lið er á fjórða plássi á FIFA styrkislistanum, og Føroyar eru á 119. plássinum, so vóru tað okkara spælarar, ið spældu sum amatørar og ikki føroysku lærararnir, elektrikarararnir og húsasmiðirnir, varð tikið til í Bild, sum spyr, hvussu tað hevði verið vorðið í Týsklandi, um innskifti Hjalgrím Elttør sjey minuttir undan dystarenda hevði megnað at skorað, tá hann var púra leysur við Oliver Kahn, og bólturin fór í stólpan og út og ikki í stólpan og inn.
? Royndin ímóti Bosnia Hersegovina var ikki góð, og hetta var uppaftur verri. Rudi Völler slapp akkurát undan totalu eyðmýkingini. Landsliðið fer nú í vetrarfrí, og tað kemur sera væl við, at næsti EM undankappingardysturin ikki er á skránni fyrrenn 29. mars, tá Litava verður gestur í Nürnberg. Vit eru heppin at vera á odda í bólkinm, nú tað verður farið í vetrarfrí, segði Bild.
Umframt at rósa Jákupi Mikkelsen og at siga, at teir hildu Jákup á Borg og Andrew av Fløtum spæla væl, so geva teir onkrum av týsku spælarunum gott skoðsmál:
? Ballack var okkara besti maður. Hann hevur megnað at skora í hvussu so er eitt mál í fimm dystum upp í slag, og tað er gott. At Morislav Klose var ovurfegin, tá hann hevði stútað sigursmálið var ikki at undrast á. Hetta var fyrsta málið hjá honum á landsliðnum í 629 minuttir, visti Bild at siga.
Og so undraðust teir yvir føroyska áhugan og solidaritetin.
? 550 føroyingar vóru í Hannover. Tað er meiri enn eitt prosent av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Sammeta vit við týsk viðurskifti, so vil tað siga, at átta hundrað túsund týskarar fara út at ferðast saman við fótbóltslandsliðnum. Áhugin í Føroyum er undrunarsama stórur fyri landsliðnum, og Føroyar eiga eitt gott landslið, tá hugsað verður um grundarlagið og umstøðurnar, staðfestir Bild.