kunningarstovuni í Norðoyggjum sigur, at allir praktiskir trupuleikar á kampingstaðnum verða loystir Eftir øllum sólarmerkjum koma 95 prosent av øllum kampingvognum/húsvagnum í Føroyum til Klaksvíkar at [...] kunningarstovuni í Norðoyggjum segði við Rás2 í morgun, at hesir trupuleikar verða loystir so líðandi, og hon heitir tí á kampistarnar um at hava tol. Tey skulu nokk fáa eitt minniligt uppihald í Klaksvík. Nógvir [...] Klaksvíkar í góðari tíð, so ein kann fáa eitt gott bátapláss. Arbeitt verður tó at útvega øllum bátum pláss, um tað gerast nógvir bátar. Í samband við ungdómstjaldingini eiga ungfólk, sum ætla at liggja í tjaldi
langur, og at filmurin skal handla um »javnstøðu í politikki«. Luttakararnir hava fingið eina viku at gera filmin í. Demokratia, sum arbeiðir fyri javnstøðu í politikki, skipar fyri ymiskum upplýsandi virksemi [...] fyrilestrarøð kring allar miðnáms- og hægri skúlar í Føroyum. Ætlanin við filmskappingini er at náa ungum fólkum, gjarna fólkum undir 18 ár, sum eru ring at náa í dagsins miðlasamfelag. Tísskil vera filmarnir [...] vera við, og hava tísskil kýtt seg. Vinnarin verður avdúkaður seint í komandi viku. Luttakandi filmsskaparar eru: Andrias Høgenni Eir í Ólavsstovu Franklin Henriksen og John Ivar Venned Bjarki Thomsen
seg sekan í tann mun, at hon ikki dugdi at siga, hvussu stóra nøgd av hassji hon hevði smuglað. Aftur í gjár varð sama kvinna tikin fyri at smugla hassj til Føroya, hesaferð 281 gramm. Eisini í hesum førinum [...] atliti at víðari kanningararbeiðinum hjá løgregluni. Talan er um bakmenn í Danmark og onkran, sum skuldi taka ímóti hassjinum í Føroyum. Og hesum eftirlíkaði dómarin. [...] Ein 28 ára gomul donsk kvinna varð í gjár tikin á flogvøllinum við 281 grammum av hassj, sum hon royndi at smugla inn til Føroya. Kvinnan varð steðgað av tollvaldinum í gjár, tá hon kom til Føroya við flogfari
síðani fingu bót frá henni fyri at lýsa við ølsmakking á Hotel Føroyum. Hóast hetta, ætlar fútin sær einki at gera í málinum. Ikki í fyrstu syftu í hvussu er. Hatta er nakað, sum rætturin má taka støðu til [...] nevndu í blaðnum mikudagin kann spurnartekin setast við sponsoravtaluna, sum HB hevur gjørt við Okkara bryggjarí. Fyri at vita, hvar henda avtala flýtur reint juridiskt – og fyri at formaðuin í FSF ikki [...] hangast upp á tað – hava vit vent okkum til Karen Marie Olesen, fúta, og spurt hana, um avtalan er í stríð við galdandi rúsdrekkalóg. Men fútin vil ikki taka støðu til málið uttan víðari. Heldur ikki,
heiminum í dag nýtir: »ICD-10« sum er ment innan WHO heilsustovnin hjá ST, og sum verður nýtt millum annað í Føroyum og Danmark. »DSM-IV« sum er flokkingin av diagnosum innan sálarligar sjúkur í Amerika [...] syndrom nýttar í dag? Er nakar munur á børnum, sum bera brekið infantil autisma og børnum, sum bera brekið Aspergers syndrom? Er munur á teirra menning og framtíðarútlitum? Í hesum døgum verður [...] frammanundan hava staðfest eina diaøgnosu? Fundurin við Lennart Pedersen verður sum sagt í Miðlahúsinum í annaðkvøld, týskvøldið klokkan 19-21:30.
best at líta frameftir, og eg havi sett tey spor í tónleikavinnuni, sum eg megni at seta, sigur hann. Samrøðan við Jens Ove Friis kann lesast í fullum líki í Sosialinum um vikuskiftið. [...] Í 47 ár hevur hann verið partur av tónleikavinnuni, men nú riggar hann av. Jens Ove Friis, sum í farnu viku fylti 65 ár, er sjúkur av krabbameini, og hann takkar nú fyri seg sum tónleikaútgevari. – Eg [...] Eg eri púra avkláraður. Í løtuni havi eg tað gott, men sjúkan fer at koma aftur, og tá kann tað ganga skjótt. Tí havi eg valt at gevast í tónleikavinnuni, og nú fari eg at brúka tíðina til at rudda upp,
prosent vísur í, at við Krzysztof á odda kemur felagið at flyta upp, sigur stjórin í felagnum, Søren Østergaard. Nýggi sáttmálin er galdandi til á sumri 2014. Krzysztof Popczynski kom til Føroyar í 1998. Hann [...] vandi VB frá 1998 til 2001 og vann FM í 2000. Síðani vandi hann GÍ frá 2002 til 2005. Hann vann FM við HB í 2006, men var koyrdur árið eftir. Síðani vandi hann TB tað í áleið eitt ár. [...] sáttmálan við danska 2. deildar felagið, Aarhus Fremad. Póllendingurin vann FM við bæði VB og HB í Føroyum, umframt at hann vandi GÍ og TB. - Mær dámar væl felagið og eg kenni øll, sum hava við felagið at
rættiliga fótin fyri seg her í Føroyum. Brúkið í Nesvík varð burturbeint longu í nítiárunum. Tað hjá Fiskaaling var tikið burtur fyri fáum árum síðan, og á seinasta býráðsfundi í kommununi var avgjørt, at [...] burtur gamla alibrúkið hjá Streymlaksi við Sundhøvda, ið hevur ligið óvirkið í eini tjúgu ár. Hetta slagið av alibrúki varð roynt í sjeyti- og áttatiárunum við hyljum, ið vórðu bygdir úr landi. - Fiskaling [...] m fram við landi, og í hesum sambandi hevur javnan verið tosað um, at hyljarnir við Sundahøvda treingja óneyðuga nógv um siglingarleiðina um Streymin, umframt at lítið prýði er í teimum. - Væntað verður
einki er komið í staðin. Á fólkatingi síggja vit sama glantrileik. Heldur enn at slóða fyri semjum og at opna dyr út í heim, verður fólkatingssessurin brúktur til at vinna mótstøðufólki í Føroyum politiskar [...] fóru at spýta blóð fyri at steðga broytingini í næsta valskeiði, so var semjan og avtalan sjálvandi fokin. Og meirilutin valdi at fremja broytingina í vallógini í bráðskundi. Tað er tílíkur óbúgvin atburður [...] neisur. Tá ið føroyskur fólkatingsmaður herfyri til dømis fór á røðarapallin at boða frá loysingini í næsta valskeiði, so er úrslitið sjálvandi, at føroyskar ósemjur verða drignar niður á danating til lítlan
er einki at ivast í, at tørvur er á slíkum tiltaki, siga fyrireikararnir. Tiltakið er ætlað tilflytarum, sum eru úr londum uttanfyri Norðurlond, og verður hildið í Meinigheitshúsinum í Havn. Hagtølini vísa [...] vísa, at eitt rættiliga stórt tal av útlendingum er í Føroyum. Við hesum nýggja ?International Fellowship? verður miðað eftir at skipa ein felagsskap við altjóða dámi undir óformellum umstøðum. Endamálið [...] møguleiki er at møta øðrum fólkum í somu støðu. Tað verður skipað sum ein hugnalig samvera, har dentur verður lagdur á at hava tað gott saman og at samtala hvør við annan. Í Meinigheitshúsinum er ein spælistova