Tíðin er komin at gevast

Jens Ove Friis er ólekjandi sjúkur av krabbameini, og nú gevst hann eftir 47 ár í tónleikavinnuni

Í 47 ár hevur hann verið partur av tónleikavinnuni, men nú riggar hann av.

 

Jens Ove Friis, sum í farnu viku fylti 65 ár, er sjúkur av krabbameini, og hann takkar nú fyri seg sum tónleikaútgevari.

 

– Eg eri púra avkláraður. Í løtuni havi eg tað gott, men sjúkan fer at koma aftur, og tá kann tað ganga skjótt. Tí havi eg valt at gevast í tónleikavinnuni, og nú fari eg at brúka tíðina til at rudda upp, tí tað skal eingin gera fyri meg, sigur Jens Ove Friis við VikuskiftisSosialin.

 

Hann hevur gjøgnum árini havt eitt tætt tilknýti til Føroyar. Konan Birgit er ættað úr Føroyum, og Jens Ove Friis plagdi at vera dómari til Prix Føroyar tónleikakappingina, umframt at hann hevur fylgt væl við í føroyskum tónleiki øll árini. Hálvføroyska duoini Creamy gav tónleik út á plátufelagnum hjá JOF.

 

– Tíðin er komin at gevast. Eg eri hvørki sorgblíður ella nostalgiskur. Mær dámar best at líta frameftir, og eg havi sett tey spor í tónleikavinnuni, sum eg megni at seta, sigur hann.

 

Samrøðan við Jens Ove Friis kann lesast í fullum líki í Sosialinum um vikuskiftið.