Rudda gamalt alibrúk burtur

Menn eru nú farnir undir at taka burtur gamla alibrúkið hjá Streymlaksi við Sundhøvda, ið hevur ligið óvirkið í eini tjúgu ár.

Hetta slagið av alibrúki varð roynt í sjeyti- og áttatiárunum við hyljum, ið vórðu bygdir úr landi.

- Fiskaling var fyrst at leggja eitt sunnanfyri brúnna um Streymin og eitt annað - enn størri brúk - varð lagt á Norðskálagrynnuna út úr Nesvík.

Tað sigur Sunda kommuna, sum eisini veit at siga, at eitt størri brúk eisini varð lagt við eysturoyarlandið yvir av Sundhøvda.

- Landføstu brúkini fingu ongantíð rættiliga fótin fyri seg her í Føroyum. Brúkið í Nesvík varð burturbeint longu í nítiárunum. Tað hjá Fiskaaling var tikið burtur fyri fáum árum síðan, og á seinasta býráðsfundi í kommununi var avgjørt, at brúkið við Sundhøvda eisini skal burturbeinast.

Tað er kommunan, sum varðar av umhvørvinum fram við landi, og í hesum sambandi hevur javnan verið tosað um, at hyljarnir við Sundahøvda treingja óneyðuga nógv um siglingarleiðina um Streymin, umframt at lítið prýði er í teimum.

- Væntað verður, at arbeiðið við rudda gamla alibrúkið burtur bert fer at taka fáar dagar, sigur Sunda kommuna.