Ein 28 ára gomul donsk kvinna varð í gjár tikin á flogvøllinum við 281 grammum av hassj, sum hon royndi at smugla inn til Føroya. Kvinnan varð steðgað av tollvaldinum í gjár, tá hon kom til Føroya við flogfari, og nakað seinni varð hon so handtikin av løgregluni.
Grundlógaravhoyring var seinnapartin í dag, har danska kvinnan eisini varð skuldsett fyri at smugla 230 gramm av hassji til Føroya 23. mars, og sama dag at fara av landinum aftur við 40.000 krónum. 30.000 av hesum lat honum einum øðrum, meðan hon hevði tær 10.000 krónur eftir sjálv.
Hon játtaði seg sekan í tann mun, at hon ikki dugdi at siga, hvussu stóra nøgd av hassji hon hevði smuglað.
Aftur í gjár varð sama kvinna tikin fyri at smugla hassj til Føroya, hesaferð 281 gramm. Eisini í hesum førinum játtaði kvinnan seg seka, tó við tí fyrivarni, at hon ikki kendi nøgdina.
Eftir at skuldsetingarnar vóru lisnar upp, bað ákærin um, at hurðarnar vórðu latnar aftur við atliti at víðari kanningararbeiðinum hjá løgregluni. Talan er um bakmenn í Danmark og onkran, sum skuldi taka ímóti hassjinum í Føroyum. Og hesum eftirlíkaði dómarin.