Vit fingu eitt skúladømi um avleiðingarnar av, at menn leypa frá gjørdum avtalum.
Tá ið tað kom fram, at summir tingmenn fóru at spýta blóð fyri at steðga broytingini í næsta valskeiði, so var semjan og avtalan sjálvandi fokin. Og meirilutin valdi at fremja broytingina í vallógini í bráðskundi.
Tað er tílíkur óbúgvin atburður, sum forðar fyri, at stór politisk mál verða loyst á skilagóðan hátt.
Harmiligast er kortini, at tað nógva fólkið, sum búleikast úti um landið, følir, at teirra minnilutaverja er horvin, og at einki er komið í staðin.
Á fólkatingi síggja vit sama glantrileik. Heldur enn at slóða fyri semjum og at opna dyr út í heim, verður fólkatingssessurin brúktur til at vinna mótstøðufólki í Føroyum politiskar neisur. Tá ið føroyskur fólkatingsmaður herfyri til dømis fór á røðarapallin at boða frá loysingini í næsta valskeiði, so er úrslitið sjálvandi, at føroyskar ósemjur verða drignar niður á danating til lítlan sóma fyri okkum sum fólk.
Fólkatingsumboðanin skal brúkast til at tryggja okkum ávirkan á tey mongu mál, sum vegna Føroyar framvegis verða avgjørd í Fólkatinginum. Tað eru uttanríkismál, verjumál, rættarskipan og onnur týðandi mál.










