Rætturin má taka støðu

Karen Mari Olesen, fúti, sigur seg onga viðmerking hava til stuðulssáttmálan, sum HB hevur gjørt við Okkara byggjarí, tí tað er eitt mál hjá rættinum at taka støðu til

Sum vit nevndu í blaðnum mikudagin kann spurnartekin setast við sponsoravtaluna, sum HB hevur gjørt við Okkara bryggjarí.
Fyri at vita, hvar henda avtala flýtur reint juridiskt – og fyri at formaðuin í FSF ikki skal hangast upp á tað – hava vit vent okkum til Karen Marie Olesen, fúta, og spurt hana, um avtalan er í stríð við galdandi rúsdrekkalóg.
Men fútin vil ikki taka støðu til málið uttan víðari. Heldur ikki, tá ført verður fram, at bæði Sosialurin, Vikublaðið og Hotel Føroyar fyri nøkrum árum síðani fingu bót frá henni fyri at lýsa við ølsmakking á Hotel Føroyum.
Hóast hetta, ætlar fútin sær einki at gera í málinum. Ikki í fyrstu syftu í hvussu er.
Hatta er nakað, sum rætturin má taka støðu til, men vit fara ikki av okkara eintingum at taka málið upp. Hinvegin ivist eg ikki í, at onkur fer at melda málið, og so taka vit tað harfrá, sigur Karen Marie Olesen.
Spurningurin er bara, hvussu nøktandi tað við einari síkari støðutakan, men fyribils ætlan fútin sær at sita hendur í favn og bíða eftir, at onkur meldar.