FM venjari longt við danskt felag

Krzysztof Popczynski hevur longt sáttmálan við danska 2. deildar felagið, Aarhus Fremad. Póllendingurin vann FM við bæði VB og HB í Føroyum, umframt at hann vandi GÍ og TB.

 

- Mær dámar væl felagið og eg kenni øll, sum hava við felagið at gera. Tað kennist sum hetta er familjan hjá mær og hjartað bankar fyri felagnum. Eg vil gjarna vinna nógv við hesum felagnum og vit eru á rættari leið, sigur Krzysztof Popczynski sambært bold.dk.

 

Aarhus Fremad spælir í 2.deild Vest, har liðið hevur mist fyrsta plássið, men vónar at vinna tað aftur við póllendinginum á odda.

 

- Aarhus Fremad hevur sum felag ment seg nógv undir leiðslu av Krzysztof og liðið spælir eygagóðan fótbólt. Eg eri 110 prosent vísur í, at við Krzysztof á odda kemur felagið at flyta upp, sigur stjórin í felagnum, Søren Østergaard.

 

Nýggi sáttmálin er galdandi til á sumri 2014.

 

Krzysztof Popczynski kom til Føroyar í 1998. Hann vandi VB frá 1998 til 2001 og vann FM í 2000. Síðani vandi hann GÍ frá 2002 til 2005. Hann vann FM við HB í 2006, men var koyrdur árið eftir. Síðani vandi hann TB tað í áleið eitt ár.