Kampistarnir á Summarfestivalinum mugu verða tolnir

Leiðarin á kunningarstovuni í Norðoyggjum sigur, at allir praktiskir trupuleikar á kampingstaðnum verða loystir Eftir øllum sólarmerkjum koma 95 prosent av øllum kampingvognum/húsvagnum í Føroyum til Klaksvíkar at taka lut á Summarfestivalinum.

Hetta merkir, at stórt trýst er á kampingøkið, og at neyðugt er at víðka um økið, har kampingvognar kunnu standa. Partur av tí víðkaða økinum verður við virkisbygningin hjá Føroya Bjór.

Tá nærum 200 -ella fleiri - kampingvognar eru á einum staði, so tekur tað eina løtu at fáa allar smálutir uppá pláss, men Maiken Steinberg leiðari á kunningarstovuni í Norðoyggjum segði við Rás2 í morgun, at hesir trupuleikar verða loystir so líðandi, og hon heitir tí á kampistarnar um at hava tol. Tey skulu nokk fáa eitt minniligt uppihald í Klaksvík.

Nógvir bátar ætla sær eisini á summarfestivalin. Maiken Steinberg sigur, at tað er ráðiligt at sigla norður til Klaksvíkar í góðari tíð, so ein kann fáa eitt gott bátapláss. Arbeitt verður tó at útvega øllum bátum pláss, um tað gerast nógvir bátar.

Í samband við ungdómstjaldingini eiga ungfólk, sum ætla at liggja í tjaldi at venda sær til Andras Joensen bónda, sum er at hitta á telefonnummar 262341 og 283332.