Fundur um autismu og Aspergers syndrom

– Hvat er autisma í mun til Aspergers syndrom? Hesin spurningur verður reistur, tá Autismufelagið skipar fyri fundi í Miðlahúsinum í ann­að­kvøld, týskvøldið klokk­an 19 - 21:30, tí tá skip­ar Au­tism­u­fel­ag­ið fyri fundi í Miðl­a­hús­i­num, har Lenn­art Ped­er­sen, chef­psyko­log­ur frá Cen­ter for Au­tism­e í Danmark fer at halda fyr­i­lestu um, hvat au­t­isma er í mun til As­pergers Synd­rom.

Hvussu eru diagnosurnar au­tisma og Aspergers syndr­om nýtt­ar í dag? Er nakar mun­u­r á børnum, sum bera brek­ið in­fantil autisma og børn­um, sum bera brekið As­per­gers syndrom? Er mun­ur á teirra menning og fram­tíð­ar­útlitum?

Í hesum døgum verður ar­beitt við at endurskoða ver­andi flokking av di­a­gn­os­u­num, sum stórur partur av heiminum í dag nýtir:

»ICD-10« sum er ment inn­an WHO heilsustovnin hjá ST, og sum verður nýtt mill­um annað í Føroyum og Dan­mark. »DSM-IV« sum er flokk­ingin av diagnosum inn­an sálarligar sjúkur í Am­erika, og sum millum ann­að eisini verður nýtt í Svør­íki.

Hvat hendir við stað­fest­ing av diagnosum inn­an aut­ism­u­økið, hvørjar broyt­ingar fara fram. Og hvat merkir hetta fyri børn og vaksin, sum framm­an­und­an hava staðfest eina diaøgnosu?

Fundurin við Lennart Ped­er­sen verður sum sagt í Miðl­a­hús­i­num í ann­að­kvøld, týs­kvøld­ið klokkan 19-21:30.