Leygardagin verður tiltak ?International Fellowship? hildið á øðrum sinni. Fyrsta tiltakið var hildið leygardagin 1. september og tá vóru um 30 fólk møtt upp. Her var talan bæði um vaksin og børn úr íalt 10 ymiskum londum.
- Lìkt var til at fólk hugnaðu sær almikið, og tí er einki at ivast í, at tørvur er á slíkum tiltaki, siga fyrireikararnir.
Tiltakið er ætlað tilflytarum, sum eru úr londum uttanfyri Norðurlond, og verður hildið í Meinigheitshúsinum í Havn.
Hagtølini vísa, at eitt rættiliga stórt tal av útlendingum er í Føroyum. Við hesum nýggja ?International Fellowship? verður miðað eftir at skipa ein felagsskap við altjóða dámi undir óformellum umstøðum.
Endamálið við tiltakinum er at skapa eitt forum fyri tilflytarar, har møguleiki er at møta øðrum fólkum í somu støðu. Tað verður skipað sum ein hugnalig samvera, har dentur verður lagdur á at hava tað gott saman og at samtala hvør við annan.
Í Meinigheitshúsinum er ein spælistova til børnini, og tí er møguleiki eisini at hava børn við.
?International Felleowship? verður skipað fyrsta leygardagin í hvørjum mánaði. Næstu ferð verður altso komandi leygardag, tá byrjað verður kl. 15 í Meinigheitshúsinum, sum er tann reyði samkomubygningurin við SMS.