Demokratia skipar fyri filmskapping

Saman við Klippfisk skipar Demokratia í hesum døgum fyri einari serligari filmskapping, har fýra ymiskir úrvaldir filmskaparar gera filmar og kappast um at vinna 15.000 krónur.

Treytirnar eru, at filmurin skal vera millum tveir og fimm minuttir langur, og at filmurin skal handla um »javnstøðu í politikki«.

Luttakararnir hava fingið eina viku at gera filmin í.

Demokratia, sum arbeiðir fyri javnstøðu í politikki, skipar fyri ymiskum upplýsandi virksemi um júst evni javnstøðu. M.a. hevur Demokratia skipað fyri einari fyrilestrarøð kring allar miðnáms- og hægri skúlar í Føroyum.

Ætlanin við filmskappingini er at náa ungum fólkum, gjarna fólkum undir 18 ár, sum eru ring at náa í dagsins miðlasamfelag. Tísskil vera filmarnir at síggja á netinum og vera vónandi við til at eggja fólkum til meiri javnstøðu.

Grundin til, at kappingin bleiv ein úrvalskapping er, at støðið á filmunum verður hægri, enn um kappingin var opin. Luttakararnir hava allir fingið samsýning fyri at vera við, og hava tísskil kýtt seg.

Vinnarin verður avdúkaður seint í komandi viku.

Luttakandi filmsskaparar eru:

Andrias Høgenni

Eir í Ólavsstovu

Franklin Henriksen og John Ivar Venned

Bjarki Thomsen