verið nevndur at Smyril skal leggja at har. --Tað hevur eisini verið upp á tal at kanna eftir, hvat skal gerast á Gomlu Rætt fyri at nýggi Smyril kann brúka ta havnina. Bjarni Djurholm sigur, at hetta er fyri [...] omanfyri, er tað nú alt, sum bendir á, at Landstýrið fer at taka undir við tilmælinum um at økisfriða Tinganes út á 10 metrar. Sostatt verður tað meiri og meiri átrokandi at finna útav, hvar Smyril skal liggja [...] Tórshavnar Býráð hevur ferð eftir ferð staðfest, at sleppur hon ikki at gera atløgupláss til nýggja Smyril uttan á Norrønu á Bursatanga, hevur hon onki annað pláss at vísa Smyril á. Men verður Tinganes friðað
somuleiðis um avtaluna og segði, at øll starvsfólkini hjá flogfelagnum fóru at gera sítt ítarsta til tess at kunna liva upp til hesa spennandi og stóru avbjóðing. Hann vónaði eisini, at hetta bert kundi vera byrjanin [...] fyri allar Snøhvidverkætlanini, ið fer at kosta 45 milliardir kr. Tað er neyvan heldur nøkur loyna, at tað hevur medvirkað til, at Atlantsflog hevur fingið avtaluna, at tað nettupp er Statoil, sum er fyri [...] gjørt heilt greitt, at tað ætlar sær at halda fram við at gera íløgur her. Sambart loyvisreglunum millum føroyskar myndugleikar og útlendsku oljufeløgini, binda hesi seg eisini til at geva føroyskum fyritøkum
dugi ikki at siga, um tað er rætt av honum at traðka soleiðis fram, men ein má ganga útfrá, at tað ikki passar, og tað er tí, at hann er komin fram við hesum. Amanda Hansen: ? Tað er gott, at hann er komin [...] familju. Vit áttu heldur at roynt at vart um hann enn at leggja eftir honum. Tað verður nógv slatrað um alt møguligt í Klaksvík, og tað letur til, at tey eru mong, sum ofta hava nógv at siga frá. Leif Waag [...] skal siga til hatta. Men tað er ongin loyna, at í Klaksvík verður alt yvirdrivið. Sum heild er onki at ivast í, at klaksvíkingum dámar væl, tá okkurt er at tosa um. Men tað er heilt óluksáliga synd í teimum
neyðugu avgerðirnar fyri at landið kann haldast ígongd. Tí ivaðist landsstýrismaðurin í, um hann yvirhøvur hevði heimild til at taka eina avgerð um at flyta aliloyvið. Hartil kom, at hetta var ein nýggj støða [...] alivinnuni, at aliloyvi skuldi flytast frá einum felag til annað, uttan at táið talan er um húsagang, so landsstýrismaðurin vildi tryggja sær, at hann tók eina rætta avgerð, tí hetta fór uttan iva at verða brúkt [...] arbeiðspláss. Bjarni Djurholm sigur, at hann hevur áður havt fund við floksformenninar og teir hava boðað frá, at hetta er ein avgerð, sum Landsstýrismaðurin eigur at taka, men at teir vildu styðja avgerðini,
ógvuliga væl at. ?Nú hava vit valt at royndarkoyra skipanina, og vit ætla at fara at bjóða hetta út aðrastaðni í Føroyum, tá tíðin er búgvin. Higartil hevur alt gingið ógvuliga væl, og fólk læta væl at, sigur [...] er eisini við firewall fyri at tryggja. Kostnaðurin fyri ein tílíkan er ógvuliga ymiskur. Ikki heilt frítt Ein kann so freistast til at hugsa, at nú er bara at seta telduna at downloada óendaliga nógv allatíðina [...] rate er eitt hugtak, føroyingar eftir øllum at døma fara at koma at kenna betri og betri næstu tíðina. Flat rate alnetsamband er eitt hugtak, sum er nógv at hoyra uttanlands, og tað merkir skjótt og fast
Henrik, at tað væl kann vera ein blanding av báðum. - Eg haldi kortini, at hetta í øllum førum vísir, at tað nú er tíð til at innføra nýtsluna av altjóða reglunum. Tað vildi í øllum førum tryggjað, at rætti [...] tó legði afturat, at hann vónaði at rætti venjarin verður funnin, tá kappast verður mikudagin. Landsliðsvenjarin er ikki í iva um, at reglurnar fyri fimleik á Oyggjaleikunum eiga at altjóðagerast [...] i í fimleikinum fyri manslið við sær, at Føroyar máttu taka til takkar við øðrum plássi. Ein av orsøkunum til, at hetta lat seg gera hjá dómarunum tykist vera, at reglurnar fyri fimleik á Oyggjaleikunum
eydnaðist henni at vera ?til?. Málfrøðingar hava ført fram tað sjónarmið, at tað er sera óheppið at hava eitt mál í skrift og eitt annað í talu. Tað er serliga við hesum sjónarmiðinum sum grundarlag, at tað í lógini [...] endurskoða navnalógina, vísir á, at tað er eingin orsøk til, at vit skulu taka útlendskar formar inn í tað føroyska málið. Hann vísir eisini á, at tað tykist sum um, at føroyingar líkasum hava tikið lógina til [...] møguleikar at kalla teg júst hvat tú vilt, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur als ikki, at hann á nakran hátt er við til at skerja frælsið. Heldur ikki Anfinni Johansen, málfrøðingi, dámar hetta við at skerja
hómar at tað sum ein partur av fólkinum vil, er at fáa kristna siðaarvin hjá føroyingum burtur. Nú siga summi kanska, at tað er at taka munnin ov fullan, men tað haldi eg ikki. Er man byrjaður at máa burtur [...] og vit eiga at minnast til at skrivað stendur: »Tí álvarsamur Gud, er Harrin Gud tín!« Vit kunnu gera sum vit vilja, tað eru altíð nøkur val at gera her í lívinum, tað er eisini eitt val at liva samkyndur [...] burtur av tí kristna støðinum, so fer skjótt at ganga niður á bakka. Er kristindómurin vorðin so týdningarleysur fyri okkara land, at vit fara at velja humanismu ella kommunismu í staðin, um vit skulu skipa
heldur, at nú verður lættari at yvirtaka! Tað kann væl vera, men fáa vit meira veruligt sjálvstýri ? Tað er spurningurin ! Og har svarar hon sjálv við at siga, at nýggja yvirtøku-lógin "fer ikki at broyta [...] lutaðir. Eru føroyingar nøgdir við at sleppa at spæla sjálvstýri og at sleppa at luttaka í leikinum, sum danska stjórnin skrivar leikritið til, so er øll grund til at spyrja: Eru føroyingar ein tjóð? [...] millum landsstýrið og donsku stjórnina, bar ikki til at koma longur, tí at Nyrup blankt noktaði at viðgera spurningin. Hann vildi ikki viðurkenna, at føroyingar eru ein tjóð, - og hann hevur eitt næstan
Maskinmeistarafelagnum til at fara aftur til samráðingarborðið. ? Teir eiga nú at arbeiða fyri at fáa ein sáttmála, sum kann setast í verk, sigur Karsten Hansen, sum mælir teimum til at fara aftur til samrá [...] Tað, sum kann henda, er, at um SEV ikki heldur ta avtalaðu lønina, hava vit møguleikan at taka okkara menn til hús, tí so er sáttmálaloysi, sigur Jógvan Nybo. Hann dugir tó ikki at siga, um hetta verður aktuelt [...] aktuelt. Avleiðingin er, at streymurin verður slitin um alt landið. SEV hevur boðað frá, at tað ikki hevur annað val, enn at fara aftur til tann gamla sáttmálan, nú tann nýggi er ikki góðkendur. Formaður