Kristina Háfoss skrivar áhugaverda grein, "The show must go on!", í Dimmalætting leygardagin 19.juli.
Hon skrivar m.a.:
"Seinnu árini er komið alsamt oftari til sjóndar, at føroyingar í veruleikanum eru partur av einum leiki. Einum leiki, har danska stjórnin skrivar leikritið, sambandsfólk eru klappandi áskoðarar, og føroyingar annars luttaka í teimum leiklutum, ið verða teimum lutaðir."
Leikurin á Tvøroyri herfyri, tá danski forsætisráð-harrin var á vitjan, kundi fyri tað verið kallaður "Nýggju klæði keisarans", - tí, hann var bluff, allur sum hann var.
KH heldur, at nú verður lættari at yvirtaka! Tað kann væl vera, men fáa vit meira veruligt sjálvstýri ? Tað er spurningurin ! Og har svarar hon sjálv við at siga, at nýggja yvirtøku-lógin "fer ikki at broyta statsrættarligu støðu Før-oya." og "Hon fer heldur ikki í sjálvum sær at geva okkum meira sjálvstýri enn heimastýrislógin."
Annars dámar mær væl, at KH brúkar orðið fullveldistøka, tí, vit fáa ikki fullveldi, fyrr enn vit taka fullveldi. Danir fara ikki at geva okkum fullveldi. Tað mugu vit sjálvir taka, tá vit hava ein politiskan meiriluta, sum hevur rygg til at taka ta avgerðina.
Eitt annað, sum KH nevnir, er spurningurin, um heimastýrislógin er ein fólkatingslóg ella ein avtala millum tvær tjóðir. Her er stóri trupulleikin, at danir als ikki vilja viðurkenna, at føroyingar eru ein tjóð!
Danir siga, at heimastýrislógin er ein fólkatingslóg, ið "útdelegerar" vald til føroyskar myndugleikar, og at danska fólkatingið, tá tað vil, kann taka aftur tað vald, ið verður "latið" føroyingum umvegis heimastýrislógina.
Hvussu danir gera tá á stendur, sóu vit í kreppuni, fyrst í 90-árunum.
Í samráðingum millum landsstýrið og donsku stjórnina, bar ikki til at koma longur, tí at Nyrup blankt noktaði at viðgera spurningin. Hann vildi ikki viðurkenna, at føroyingar eru ein tjóð, - og hann hevur eitt næstan samt fólkating aftanfyri seg í hesum máli !
Tað er møguligt, at fólkarætturin tryggjar okkum sjálvsavgerðarrættin í Føroyum, uttan mun til støðuna hjá donsku stjórnini, - alt annað hevði verið órímuligt. Men enn hava vit ikki havt ein politiskan meiriluta, sum torir at farið út um donsku girðingina, fyri at royna, um tað veruliga er so.
So leingi vit ikki hava ein politiskan meiriluta, sum torir at royna hetta í verki, uttanfyri donsku girðingina, mugu vit bert staðfesta, at leikurin, "The show", "Nýggju klæði keisarans", ella hvat vit nú skulu kalla hann, heldur fram.
Danska stjórnin skrivar leikritið, sambandsfólk eru klappandi áskoðarar, og føroyingar annars luttaka í teimum leiklutum, ið verða teimum lutaðir.
Eru føroyingar nøgdir við at sleppa at spæla sjálvstýri og at sleppa at luttaka í leikinum, sum danska stjórnin skrivar leikritið til, so er øll grund til at spyrja: Eru føroyingar ein tjóð?










