Navnalógin ? ein spurningur um mál og mannarætt

Hóast vit fingu eina navnalóg í 1992, so steðgaði almenna kjaki ikki av hesi orsøk. Hóast vit í næstum eftir ætlan skulu fáa eina greiðari og liberaliseraða lóg, so eru fleiri av teimum grundleggjandi spurningunum framvegis ósvaraðir


 

Navnalóg

Tað var altso í tí guds ári 1992, at føroyingar fingu eina navnalóg. Henda góða lóg ásetti føroysku foreldrum, at hesi skuldu navngeva børn teirra eftir einum lista hjá navnanevndini. Hetta vakti ans ímillum fólk. Serliga tá fleiri av teimum nøvnunum, sum hava verið nýtt í Føroyum í langa tíð, ikki fingu innivist á listanum hjá navnanevndini. Fleiri dømi eru eisini um fólk, sum leitaðu í onnur lond fyri at doypa ella navngeva teirra børnum. Eisini finnst dømi um eina gentu, sum slap at vera ?til?, tá stavsetingin í navni hennara ikki samsvaraði við ásetingarnar um snið í lógini. Gentan var fleiri ára gomul, áðrenn tað eydnaðist henni at vera ?til?.

Málfrøðingar hava ført fram tað sjónarmið, at tað er sera óheppið at hava eitt mál í skrift og eitt annað í talu. Tað er serliga við hesum sjónarmiðinum sum grundarlag, at tað í lógini verður ásett, at nøvn, sum longu eru til í føroyskum sniði bert vera loyvd í føroyskum sniði.

Anfinnur Johansen, málfrøðingur, sum bæði er limur í navnanevndini og í limur í nevndini, ið varð sett at endurskoða navnalógina, vísir á, at tað er eingin orsøk til, at vit skulu taka útlendskar formar inn í tað føroyska málið. Hann vísir eisini á, at tað tykist sum um, at føroyingar líkasum hava tikið lógina til sín. Hetta sigur hann í sambandi við, at navnanevndin ikki fær eins nógvar fyrispurningar um útlendsk nøvn sum áður eins og onnur nøvn. i

Eisini Bjarni Bæk, dómpróstur, sigur, at tað eru færri og færri umbønir um ?óvanlig? nøvn. Prestar kunnu undir virkandi lóg ikki bara doypa eitt barn tað navn, ið teir hava hug til, tá hetta er at meta sum lógarbrot, tá navnið ikki er góðkent á navnalistanum ella av málnevnd ella landsstýrismanni.

Grundlógarnevndin hevur í sínum arbeiði eisini tikið hetta sama evni upp at venda. Á heimasíðuni hjá Grundlógarnevndini stendur at lesa um, hvørt tað er eitt mannarættindi at geva børnunu tað navn ein ynskir. Á heimasíðuni verða tvey sjónarmið førd fram: -Skulu mannarættindini ? rætturin til eitt navn, tað persónliga frælsið ella framsøgufrælsið ? trumfa føroysku navnalógina og seta hana til viks ?

-Er atlitið til føroyskt mál ein nóg góð grundgeving fyri at hava eina.

Hesir spurningur tykist tó meira ósvaraðir enn nakað annað. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at hetta viðvíkjandi talufrælsi er ein stór misskiljing.

-Tað snýr seg um, hvussu títt navn verður skrásett. Annars hevur tú allar møguleikar at kalla teg júst hvat tú vilt, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur als ikki, at hann á nakran hátt er við til at skerja frælsið.

Heldur ikki Anfinni Johansen, málfrøðingi, dámar hetta við at skerja frælsið við navnalógini. Hann vísir á, at útlendsk nøvn í føroyskum við útlendskum sniði hava einki at gera í føroyskum máli.