Á sýsluskrivstovuni á Svalbard verður sagt, at nú verður ikki leitað meira, og leitingin verður ikki tikin uppaftur.
Tað var í dalinum, sum verður róptur Tverrdalurin nakað uttan fyri Longyearbýin, at skriðulopið hevur verið í dag.
Hanne Selnes Duna á sýsluskrivstovuni váttar yvirfyri norska kringvarpinum, NRK, at einki bendir á, at nakar er tikin við í lopinum.
- Vit høvdu leitingarfólk í økinum, men tey hava einki funnið.
Hon vísir á, at fólk høvdu verið gongutúrar um hesar leiðir í dag, men eftir, hvat veitararnir siga, komu tey øll heimaftur í øllum góðum.
- Vit hava ongar ábendingar um, at onnur fólk, sum vit ikki vita um, hava verið til gongu í økinum, sigur Hanne Selnes Duna við NRK.
Sýsluskrivstovan hevur í kvøld upplýst, at skriðan er einar 200 metrar long og í støðum meira enn tveir metrar djúp.











