VIDEO: Storhamar fekk bank í Ungarn (Champions League)

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Györ-Storhamar 40-23 (21-11)

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar høvdu í dag eina sera torføra uppgávu á útivølli móti ungarska stórliðnum, Györ í bólki A í Champions League.

 

Györ vísti hví tær eru oddalið í bólkinum við fullum stigatali. Györ vann ein knúsandi 40-23 stórsigur á Storhamar. Longu í steðginum vóru 10 mál á muni, tá støðan var 21-11. 

 

Pernille var næstbesti málsskjúttin hjá Storhamar við fýra málum, ið hon skoraði upp á átta málmøguleikar. 

 

Storhamar er nummar seks í bólkinum við fýra stigum fyri sjey dystir. Györ er langt fremst við 14 stigum fyri sjey dystir. 

 

Sunnudagin 16. november klokkan 13 møtir Storhamar aftur Györ. Hesaferð í høllini í Hamar.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Györ-Storhamar 40-23 (21-11). Pernille sæst at brenna ein stóran málmøguleika við 1:25 minuttir:

 

##med2##