David Geza Turi spældi allan dystin, tá Grimsby í dysti á útivølli í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini vitjaði Barrow.
Danny Rose og Kieran Green syrgdu fyri, at Grimsby var á odda 2-0 longu eftir 13 minuttirs spæl. Men tvey málmansdropp hjá Christy Pim í málinum hjá Grimsby kostaðu dýrt fyri útiliðið, og so máttu Geza og liðfelagarnir taka til takkar við javnleiki 2-2.
Grimsby er nummar fimm í deildini 25 stigum. Walsall er fremst við 29 stigum.
Komandi leygardag klokkan 15 fær Grimsby vitjan av Chesterfield. Men tá er Geza á ferð við føroyska landsliðnum.
HER ber til at síggja hæddar- og læddarpunktini frá 2-2 javnleikinum hjá Grimsby móti Barrow:
##med2##











