VIDEO: Ranheim tryggjaði sær týdningarmikla sætta plássið

(Video) Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir skulu spæla dystir um uppflyting. Síggj her hvussu Ranheim vann 3-0 á Sogndal á útivølli

U21-landsliðsliðskiparin, Áki D. Samuelsen var á vøllinum í 81 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Ranheim tryggjaðu sær týdningarmikla sætta plássið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Hetta gjørdi Ranheim við 3-0 sigri á útivølli móti Sogndal. Áki kom til góðar støður, men var ikki millum málskjúttarnar í dag. Seinasta hálva tíman syrgdu Mikael Johnsen við tveimum málum, og Seydina Diop við einum máli fyri, at Ranheim fekk øll trý stigini.

 

Ranheim endaði á sætta plássinum við 48 stigum. Teir endaðu eitt stig frammanfyri Lyn Oslo.

 

Leygardagin 22. november klokkan 16 spælir Ranheim Play Off dyst á útivølli móti Egersund. Vinnarin møtir vinnaranum av dystinum millum Kongsvinger og Aalesund.

 

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sogndal-Ranheim 0-3 (0-0). Áki sæst í nógvum góðum støðum:

 

##med2##