Týska meistarakappingin í sokallaðum Fingerhakeln varð hildin í Pflugdorf í Bayern í dag.
Fingerhakeln er ein gamal siðbundin ítróttur í Bayern og Eysturríki. Tveir menn sita hvør sínu megin eitt borð og krøkja longutong í eina lítla leðurlykkju. Síðani ræður um at toga mótstøðumannin yvir um borðið.
Dystirnir kunnu vera sera stuttir, men trýstið á fingur og hond er stórt. Hjálparfólk standa aftanfyri luttakararnar og taka ímóti teimum, tá annar verður togaður tvørtur um borðið.
Kappingin í Pflugdorf er partur av einari gamlari alpusiðvenju, sum framvegis verður hildin á lívi í Suðurtýsklandi.
Á ársins týsku meistarakapping vóru luttakararnir býttir í ymiskar aldurs- og vektbólkar.
##med2##












